Orðið

Sálmur 106.15:
Hann teimum gav tað, teir kravdu, men sendi teimum megurð í kroppin
Orðini eru á fyrsta sinni søgd við jødarnar, tá ið Guð leiddi tey út úr trælahúsinum og oyddi fíggindan í Reyða havinum. Men so verður lagt afturat, at tey gloymdu gerningar hansara, bíðaðu ei eftir hansara ráðum. Í oyðimørkini freistaðu tey Guð; og so gav hann teimum tað tey kravdu.
Men søgan er ikki bara galdandi jødarnar. Vit kenna hana eisini. Hvussu oftað hava vit ikki havt eitt ynski, ið vit høvdu sett okkum fyri at fáa ígjøgnum. Vit hugsaðu ikki um annað. Vit skuldu bara hava tað, tí so varð alt gott. Vit plágaðu Guð nátt og dag við tí, vit høvdu sett okkum í høvdið.
So gav Guð okkum tað, vit kravdu. Men síðani vísti tað seg, at tað var ikki so gott sum vit høvdu hugsa okkum. Kanska keddust vit eftir hondini av tí - ja, tað gjørdist okkum til ampa. Vt iðraðu okkum um okkum sjálv. Vit skammaðust. Men vit lærdu nakað av hesum. Vit lærdu, at tað er als ikki so týdningarmikið at fáa tað, vit fegin vilja hava, sum at fáa tað, ið Guð vil geva okkum.
Bara vit so mintust tað til eina aðra ferð. So kom tað tá okkurt gott burtur úr tí.