Orðið er heimsins sterkasta makt

Orsakað av einum tekniskum feili kom ikki øll røðan hjá Pauli Nielsen á prent herfyri. Vit prenta tí røðuni umaftur.
 Røðan varð hildin í sambandi við 25 ára dagin hjá Altjóða Barnalegum í Føroyum.

? Arbeiðið hjá Altjóða Barnalegum er enn sum áður eitt neyðugt klípi í tí garði, sum fleiri og fleiri menniskju um allan heim royna at byggja um eina friðarliga og mannsømiliga framtíð hjá heimsins fólki, segði Pauli Nielsen m.a. í røðu í sambandi við 25 ára dagin hjá CISV næst-seinasta leygardag

Eg skal fyrst av øllum takka teimum, sum hava verið við til at halda lív í Altjóða Barnalegum í Føroyum øll hesi árini. Uttan tykkara ósjálvsøkna arbeiði hevði tað ikki verið gjørligt hjá mær at staði her í dag og minst aftur á, hvussu vit komu upp í hetta fyri 25 árum síðani.
Eg var lærari á Venjingarskúlanum tá, og ein dagin kom Jorun Simonsen, sum eisini var lærari har tá, við einum brævi úr Noregi.
Hon spurdi, um eg kundi hyggja at tí.
Brævið var frá einum norðmanni, Ketil Lehland, sum greiddi frá enda-málinum við CISV. Hann skrivaði, at tey fegin vildu hava Føroyar við, og bjóðaði 2 gentum og 2 dreingjum á 11 ára aldri, og einum vaksnum leiðara, á altjóða barnalegu á Stai í Noregi ein mánaða sama summarið. Hetta var í 1978. Hann skrivaði eisini, at hamnn áður hevði roynt at fáa samband hendavegin, men tað hevði ikki eydnast.
Áheitanin ljóðaði sera spennandi, so eg gjørdi av, at eg skuldi svara játtandi aftur.
So var at finna børnini.
Sjálvur hevði eg eina dóttir, Elsu, sum var 11 ár, og mamma hennara vildi fegin fara sum fyrsti føroyski leiðarin á eina legu hjá Altjóða Barnalegum, sum vit valdu at kalla fe-lagsskapin á føroyskum.
Skjótt komu Kristjan, Jóan Petur og Eyð uppí, og so fóru vit øll, børn og foreldur, at fyrireika okkum til leguna, soleiðis sum Ketil Lehland greiddi okkum frá, at vit skuldu.
Legan gekk væl, og vit, sum vóru so heppin at senda børn okkara á fyrstu leguna, vit samdust um, at her var vert at vera uppií, men vit vistu eisini, at um vit veruliga vildu koma uppí millum hini heimsins lond, so var best at taka dik á okkum beinanvegin og gera eina barnalegu í Føroyum næsta summarið. Vit vistu, at vit fóru at fáa ov mikið um oyruni, tí eitt var at skipa fyri leguni, men annað mál var at fáa pening til vega at halda leguna fyri. Tað er soleiðis, at vertslandið rindar allar útreiðsl-urnar av sjálvari leguni. Vit fingu góða hjálp og nógv beinasemi so at siga allastaðni, har vit spurdu, og onnur vaksin komu aftrat at hjálpa okkum, sum byrjaðu summarið fyri.
Vit vóru ung tá, sum tit er, sum nú taka toyggið. Vit sluppu at nýta Meginskúlan á Sandi til endamálið, og so var eftir at fáa altjóða skriv-stovuna at góðkenna okkum sum vertsland til eina av barnalegunum í 1979.
Um hetta skrivar Ketil Lehland skemtiliga í CISV-blaðnum nøkur ár seinni:
"Eftir fyrstu leguna, sum føroyingar vóru við á ? hetta var legan á Stai í Noregi ? komu luttakarar-nir til Oslo, og Pauli Niel-sen var eisini har.
Vit hittust heima hjá núverandi norska landsformanninum í CISV, Åse Lier, og har tók Pauli meg til viks og spurdi: "Hvat eiga vit at gera fyri at sleppa at hava eina altjóða barnalegu í Føroyum komandi summar?"
Vanliga er tað jú so, at neyðugt er at gera eitt stórt arbeiði fyri at fáa gongd á CISV í einum nýggjum landi, og ikki minst fyri at fáa eitt nýtt limalaland til at tora at gera eina legu. Og her kendi eg, at eg næstan mátti gera tað mótsetta við at minna á, at "tað kostar nógvar pengar". og at "tað krevur nógv arbeiði". Men Pauli helt, at tað mundi nokk fara at ganga við tí, og tað gekk eisini, so Føroyar enn standa sum eindømi í CISV-søguni ? at skipa fyri altjóða barnalegu longu árið eftir, at landið hevur verið á fyrstu barnaleguni.
Áðrenn tað var komið so langt," skrivar Ketil Lehland víðari, "hevði eg verið á altjóða aðalfundi og nevnt møguleikan fyri legu í Føroyum. Tey flestu søgdu bara "What country??" Eitt sindur av skemti kom eisini. Aðalskrivari okkara, Bill Matthews, sum er ein fittur og sakligur maður, ið ikki loypur á leistum eftir øllum beinanvegin, segði: "What´s next - Rockall?"
Tað besta og stuttligasta av øllum var at uppliva, at eingin, heldur ikki frá danskari síðu, segði, ja, men Føroyar eru jú danskar."
Soleiðis byrjaði tað, og CISV í Føroyum kann vera errið av øllum tí, sum nátt er hesi árini síðan 1978.
So avgjørt minsta limalandið hevur megnað at hava tríggjar legur í seks ár, eitt virksemi sum nógv limalond við nógvum hundrað ferðir so stórum fólkatali kunnu øvunda føroyingum."
So mikið Ketil Lehland.
Og tí, góðu áhoyrarar, havi eg hug at siga: vit føroyingar nýtast ikki at smæða okkum burtur, bara vit taka tað arbeiðið á okkum, sum skal gerast, og ta ábyrgdini., sum hoyrir við.
Sum eg standi her beint nú haldi eg tað vera heilt súmbolskt at uppliva so staðiliga, at føroyskar røddir hoyrast og verða virdar uttanfyri Føroyar, soleiðis sum vit hoyrdu og sóu tað fyri bara nøkrum fáum tímum síðani. Eg hugsi um ungu tvøroyrargentuna, sum lokkaði tárini fram í eyguni á nógvum hundrað túsund fólkum í gjárkvøldið