- Bíblian betýðir ótrúliga nógv fyri meg, sigur Brynhild, sum gjøgnum árini hevur lært seg fleiri partar av Bíbliuni uttanat.
At Bíblian er ein natúrligur partur av gerandisdegi hennara, er óneyðugt at siga við orðum. Hetta er eitt tað fyrsta, ið tann fær eyga á sum vitjar í heiminum hjá dóttrini Elsu í Skorini í Havn: Her er eingin orsøk at skammast við Jesus frelsara sín, orð hansara og alt tað, sum hann hevur gjørt fyri hana.
Heilt frá ungum árum av, og ikki minni á ellisárum, hevur hon kunnað glett seg um orðini í Sálmi 119, har tað stendur soleiðis í ørindi 50: ”Tað er troyst mín í vesældóminum, at orð Títt hevur hildið mær á lívi”.
- Hetta er eitt óalmindiliga gott ørindi, - ja, hetta er eitt av lyklaorðunum í mínum andaliga lívi, sigur hon álvarsom.
Hóast hon í farna mánaði fór um tey 92 árini, hevur hon altíð Bíbliuna liggjandi opna á stovuborðinum, saman við sangbókini »Songbók Guds Fólks«. Fyri Brynhild var arbeiðið hjá Victor Danielsen at týða Bíbliuna og sálmar í hundraðtali av ómetaligum týdningi.
- Eg varð leidd á møtir av foreldrum mínum, og eri sostatt vaksin upp við tí andaliga. Sangurin hevur altíð verið mær ein gleði, og hesa gleðina eigi eg enn, sigur Brynhild við einum brosi.
Hátíðardagur
Heilt frá ungum árum dámdi Brynhild sera væl at lesa – fyrst danskar bøkur, og seinni tær føroysku.
- Eg hevði lisið nógv í teirri donsku Bíbliuni, tá umsetingin hjá Victor kom út. Eg var glað fyri ta donsku, og dámdi hana sera væl. Men eg hugsaði sum so, at tað var gott hjá tí yngra fólkinum at fáa eina Bíbliu á føroyskum máli, sigur Brynhild, sum so líðandi eisini fór at brúka Bíbliuna hjá Victor í dagliga bíbliulestri sínum.
Áðrenn Bíblian kom út varð gingið hús úr húsi kring landið, eisini á Viðareiði, at biðja fólk um at tekna seg fyri teirri nýggju týðingini, soleiðis at peningur varð at geva hana út.
Sjálv minnist Brynhild ikki løtuna, tá hon, sum 32 ára gomul fyrstu ferð helt eini heilari Bíbliu á móðurmáli sínum í hondini, men eingin ivi var kortini um, at hetta ein hátíðardagur fyri tjóðina.
Faðir hennara og Victor Danielsen vóru vinmenn og skrivað eisini sínámillum. Vinskapur teirra var góður, at Victor gjørdi ikki mætari enn at senda vinmanni sínum á Viðareiði eitt óalment eintak av Bíbliuni árið fyri at hon kom út alment.
- Hetta eintakið frá 1948 er til enn, greiðir Brynhild frá.
Stutt og greitt
Í heiminum hjá Brynhild á Viðareiði var tað so, at Victor Danielsen plagdi altíð at verða inni hjá teimum, tá hann helt møtir í bygdini. Hann var ikki bara ofta á vitjan, men steðgaði stundum eisini leingi.
Tað var tí kanska heldur ikki av tilvild, at tað var í hesi bygdini at Victor hitti konu sína, Rikku, sum tænti her í mong ár. Lagnunnar speisemi vildi tað eisini soleiðis, at tey hittust í norðastu bygdini í landinum, hóast bæði vóru ættað úr Søldarfirði.
Áðrenn Victor giftist við Rikku í 1920, var hann ein heilan vetur á Viðareiði, og eitt skifti helt hann eisini ókeypis kvøldskúla í bygdini. Hesin kvøldskúlin fór fram í salinum í bygdini.
Honum dámdi best at steðga í fleiri dagar, ofta upp í eina heila viku, har hann helt møtir í salinum hvørt einasta kvøld. Tá bygdin fekk slíka vitjan, varð alt annað sett til viks, tí fólk máttu bara hoyra boðskapin hjá hesum unga og dugnaliga prædikumanninum.
- Eg minnist við gleði aftur á hesi møtini. Hetta vóru sannir hátíðardagar, sigur hon.
Tað sum sermerkti vitjanirnar og boðskapin hjá Victor vóru trý viðurskifti: Hann var greiður í talu; hann tosaði oftast um lóg og náði, og hann gjørdi nógv av at vitja bygdarfólkið.
- Ja, hann dugdi eisini sera væl at tala, og átti tann kunstin at kunna siga nógv uppá stutta tíð, sigur Brynhild Absalonsen.
Har vit eru veikast
Á einum møti á Viðareiði tosaði Victor Danielsen um tær freistingar, sum kunnu møta menniskjum – eisini einum ferðandi prædikumanni, bíbliutýðara og sálmatýðara.
Brynhild Absalonsen minnist sera væl hetta møtið og tað sum hann segði:
- Victor greiddi frá, at eingin – heldur ikki hann! - varð spardur fyri freistingum, og at djevulin dugdi at leggja júst á tað økið, har eitt menniskja var veikast. “Tann Óndi kemur ikki til mín og biður meg at drekka brennivín, tí hann veit, at tað fær hann meg ikki til”, segði hann.
- Men so legði Victor eisini dent á: “Tann Óndi roynir alt hvat hann kann at taka mótið frá mær. TAÐ dugir hann í øllum førum væl!”
Greinar um Victor Danielsen á www.sosialurin.fo undir Vikuskiftið:
Bókmentalig avrik
Bíbliutýðarin fær sína standmynd
Stórverk við 1125 sálmum
Victor vildi vera millum fólkið
Heiða Victor við standmynd
Árstøl hjá Victor Danielsen
Eitt sendiboð til smáplássini
Orðið heldur mær á lívi
At njóta signingar úr Bíbliuni
»Tað var har«
Um Victor Danielsen