Orðingin verður broytt

Tað sigur Poul Michelsen um lýsingina av heimaframleiðslu, ið nú forðar bóndum í at selja sína framleiðslu

- Vit vita um trupulleikan og vit hava tikið stig til at broyta tað.

 

Soleiðis landsstýrismaðurin Poul Michelsen, tá vit leggja trupulleikan hjá Jóhan Jógvanssyni fyri honum.

 

Les eisini: Skeiv lýsing forðar fyri sølu av kjøti

 

Poul Michelsen sigur, at hetta er eitt økið, sum ikki verður sett í skipan fyrrenn nú og tískil eru tað nøkur lender, ið skulu slættast enn, áðrenn tey eru optimal. Heimaframleiðsla er eitt.

 

- Vit blivu gjørd varug við henda trupulleika og hava broytt orðingina, ið nú er send til hoyringar. Hetta er fyrsta roynd at skipa økið og tí eru nøkur lýtir, ið stinga seg upp ymsa staðni, sigur Poul Michelsen.

 

Hetta er ein siðbundin vøra, ið føroyingar altíð hava framleitt og eti, men sum kanska ikki sampakkar heilt við tað heilsufrøðisliga aspektið í framleiðslu av mati. Tí hava ymsar avbjóðingar stungi seg upp í samband við at formalisera viðurskiftini, soleiðis, at vit framhaldandi kunnu útvega okkum siðbundnu vørurnar so sum skerpikjøt.