Orðini hjá mammuni fylgdi Connie

Eingin uttan foreldur skuldi vita, at Connie skuldi luttaka í Paradise Hotel, og Connie bar leingi sítt loyndarmál einsamøll

- Eg segði tað við pápa mín rættiliga tíðliga, men eg hevði verri við at siga tað við mammu. Tá eg so segði henni tað, bleiv eg bilsin um, hvussu hon tók tað, og tá eg fór avstað var tað við hennara orðum í huganum, sigur hon.

Trupult kann verða fyri foreldur at vita, at børn teirra skulu verða á einum slíkum marglætishotelli, ið verður víst aftur fyri øllum kongaríkinum, men foreldrini hjá Connie hjálpti henni á leiðini.

- Mamma segði við meg, at hon helt, at eg skuldi fara avstað við tí í huga, at eg skuldi verða før fyri at hyggja meg sjálva í eyguni aftaná, og tað haldi eg avgjørt at eg kann gera í dag, sigur Connie.

Byrðan var tung at bera, og loyndarmálið tóktist fylla nógv í hennara lívið.

- Eg føli sum 100 tons eru farin av rygginum hjá mær, nú tá eg kann siga mínum vinum, hvar eg í veruleikanum havi verið, sigur Connie.

Fyrsta treytin fyri at sleppa við í Paradise er, at luttakararnir eru stakir, soleiðis at alt kann henda, tá hesu støku fólkini hitta hvønn annan í Mexico. Hetta var eisini galdandi fyri Connie, men í dag hevur hon funnið sær ein maka.

- Eg kom saman við Rúna Johansen eftir eg var komin heim aftur til Føroya, og hóast tað allarhelst verður trupult fyri hann at síggja meg á skíggjanum, so angri eg einki sum eg havi gjørt, og eg veit at hann stuðlar mær 100 prosent, sigur Connie.