Eingin uttan foreldrini skuldu vita, at Connie Brockie skuldi taka lut í sjónvarpsrøðini Paradise Hotel, og Connie bar leingi sítt loyndarmál einsamøll - Eg segði tað við pápa mín rættiliga tíðliga, men eg hevði verri við at siga tað við mammu. Tá eg so segði henni tað, bleiv eg bilsin um, hvussu hon tók tað, og tá eg fór avstað, var tað við hennara orðum í huganum, sigur Connie Brockie.
Trupult kann verða hjá foreldrum at vita, at børn teirra skulu verða á einum slíkum marglætishotelli, har alt verður tikið upp og víst aftur fyri øllum kongaríkinum, men foreldrini hjá Connie hjálptu henni á leiðini.
- Mamma segði við meg, at eg skuldi fara avstað við tí í huga, at eg skuldi verða før fyri at hyggja meg sjálva í eyguni aftaná, og tað haldi eg avgjørt, at eg kann gera í dag, sigur Connie.
Byrðan var tung at bera, og loyndarmálið um Paradise Hotel tóktist fylla nógv í hennara lívi.
- Eg føli tað, sum um 100 tons eru farin av herðunum hjá mær, nú eg kann siga mínum vinum, hvar eg í veruleikanum havi verið, sigur Connie.
Fyrsta treytin fyri at sleppa við í Paradise Hotel er, at luttakararnir eru stakir, soleiðis at alt kann henda, tá hesi støku fólkini hitta hvønn annan í Mexico. Hetta var eisini galdandi fyri Connie tá, men í dag hevur hon funnið sær ein maka.
- Eg kom saman við Rúna Johansen, eftir eg var komin heim aftur til Føroya, og hóast tað allarhelst verður trupult fyri hann at síggja meg á skíggjanum, so angri eg einki, sum eg havi gjørt, og eg veit, at hann stuðlar mær 100 prosent, sigur Connie.