Orðna alt á køksborðinum

Nýggj kurértænasta frá Postverk Føroya ger tað nú møguligt at avgreiða øll tíni peningaviðurskifti á køksborðinum ella á arbeiðsplássinum

Nú eru Postverk Føroya og Suðuroyar Sparikassi farin undir eitt samstarv, GiroBanki, sum hevur til endamál at gera tað lættari hjá vanligum borgarum og fyritøkum at avgreiða síni peningaviðurskifti.

Tann 9. februar verður nevnliga nýggj kurértænasta sett í verk. Ætlanin við nýggju skipanini er, at kundarnir skulu kunna avgreiða øll síni peningaviðurskifti á køksborðinum ella á arbeiðsplássinum.

Seinnu árini hevur nógv rumbul verið um, at smáu deildirnar hjá peningastovnunum hava latið aftur, og at tað tískil hevur verið sera torført hjá nógvum fólkum at fáa avgreitt síni vanligu bankaviðurskifti, so sum at gjalda rokningar og taka út pening. Ætlanin við nýggja samstarvinum er at bøta um henda trupulleikan, soleiðs at tað ikki longur verður neyðugt at fara á posthúsið ella í peningastovnin fyri at avgreiða hesi viðurskiftini.

Ein broyting, sum verður gjørd í samband við nýggju tænastuna, er, at summi av girokortunum fara úr gildi. Talan er um tey girokortini, sum ikki kundu avgreiðast um heimagreiðlsuna.

- Endamálið við samstarvinum er at gera tað meira tøkniliga atkomuligt at avgreiða síni bankaviðurskifti, umframt at gera tað meira atkomiligt hjá teimum kundum, sum ikki hava posthús ella peningastovn í nærumhvørvinum, sigur Sofus Clementsen, stjóri á Postverk Føroya


Koma árla og seint

Kurértænastan, sum Postverk Føroya nú fer at bjóða, verður eftir ætlan virkin stóran part av døgninum.

- Skipanin kemur at virka soleiðs, at fólk kunnu ringja til Postverk Føroya og bíleggja tænastuna, og so kemur fólk á staðið, har tú hevur brúk fyri at avgreiða tíni viðurskifti. Tað kann vera heima við hús ella á arbeiðsplássinum. Kurérskipanin verður aktiv tíðliga á morgni og seint út á kvøldið, soleiðis at tað verður høgligari hjá kundanum, greiðir Sofus Clementsen frá.

Kurértænastan er serliga ætlað fólki og virkjum, sum ikki nýta netgreiðsluna, meðan broytingin við girokortunum ger, at tey, ið nýta netgreiðsluna, kunnu greiða øll síni viðurskifti har. Sjálva tænastan kemur at líkjast tí, vit kenna frá gomlu útberingarskipanini, har postboðið kom á dyrnar, og tú kundi avgreiða øll tíni viðurskifti gjøgnum hann.

- Tá tú skal gjalda rokningar ella annað, so verður tað eisini gjørligt at gjalda bæði við reiðum peningi og við vanligum gjaldskortum, sigur Sofus Clementsen.

Postverksstjórin greiðir frá, at kurértænastan kemur at virka um alt landið, har landpostboð eru.