Í dag kom spildurnýggj fløgu- og DVD-útgáva út á føroyska marknaðin undir heitinum ?ORCA - Livandi oyða?. Útgávan inniheldur 11 spor; live-tilfar eins væl og elektroniskt viðgjørt og remixað tilfar í samstarvi við Third Eye Foundation, Deadverse/Oktopus, Bookworms og Com-Data.
Á DVDnum eru videoløg, ein stuttur dokumentarfilmur um verkætlanina og live-upptökur frá konsert í fjósinum Innan Glyvur gamlaárskvøld 2005.
Tað er plátufelagið TUTL, sum gevur út.
Soleiðis skrivar Jón Tyril um útgávuna:
ORCA spreingir fleiri listarlig mørk í føroyska tónleikaheiminum. 100% bygd og 100% stórbýur í senn. 100% ektað live (enntá við heimagjørdum ljóðførum og
syngjandi neytum) og samstundis 100% elektroniskt!
Stutt sagt haldi eg, at ORCA-verkætlanin er fullkomiliga genial.
Jens L. Thomsen, ið er kendur sum bassistur í Clickhaze og framleiðari hjá Gestir, Høgna Lisberg, og Boys in a Band, er maðurin handan sera originalu og
fjøltáttaðu verkætlanina ORCA. ORCA er helst tað mest primitiva, bygdasliga, bóndaliga og samstundis mest há-tøkniliga, globaliseraða og stórbýarkenda føroyska tónleikaverkætlanin higartil.
R-boys, bólkurin sum spælir live í fjósinum er: Jens L. Thomsen (Clickhaze, Høgni Lisberg), Bogi á Lakjuni (Clickhaze, Petur Pólson), Kári Sverrisson
(Enekk, Yggdrasil), Jógvan Andreas á Brúnni (Gestir), Magni Höjgaard
(Marigold).
Onnur sum luttaka á ymsan hátt eru m.a. Ólavur Jákupsson (Gestir), Jón Tyril (Clickhaze), The Third Eye Foundation, Oktopus, Bookworms.
www.orca.fo