Útgávan Livandi Oyða hjá bólkinum Orca fæst nú til keyps á iTunes Bólkurin Orca er bólkur við Jens L. Thomsen á odda, ið gav út forvitnisliga útgávu fyri tíð síðani. Ùtgávan er nógv spæld í loftmiðlunum, men hon er serstøk, tí ljóðførini eru heimagjørd og upptøkan farin fram í einum føroyskum úthúsi.
Men alt hetta er blandað við nútímins tøkni, og nú er útgávan hjá bólkinum Orca eisini tøk á netinum og kann keypast á Itunes, um ein fylgir leinkjuni phobos.apple.com/WebObjects/MZStore.woa/wa/viewAlbum