Orcades Viking farin triðja túrin

Um nýggjarsleitið landaði trolarin, Orcades Viking, sum roynir út fyri Vesturafriku, stívliga 800 tons av rossamakreli

Fiskivinna

Um dagarnar fingu vit hesa góðu myndina av teimum trimum føroyingunum, sum eru við trolaranum, Orcades Viking, sum felagið Ækon nú eigur. Teir, ið standa aftanfyri felagið, eru Bjarti Mohr, sum er reiðari og ein vinmaður hansara í Íslandi.
44 mans eru við Orcades Viking, sum roynir út fyri Mauritaniu í Vesturafriku. Av manningini eru tríggir føroyingar, Páll Jóhan Poulsen, sum er skipari, Heðin Hansen, sum er maskinstjóri og Knút Olsen, sum er trolmaður.
Bjarti Mohr sigur, at meginparturin av manningini eru russar, og hann letur ógvuliga væl at teimum sum sjómenn.
- Teir eru ógvuliga dugnaligir trolmenn, og hetta eru fittir menn, sigur hann.
Bjarti Mohr vísir á, at enn er hetta projektið so nýtt fyri teir, men sum skilst á reiðaranum, er ætlanin, at fleiri føroyingar skulu umborð á Orcades Viking sum frá líður.

Triði túrurin

Ocean Viking er nú farin á triðja túrin, síðan Ækon keypti skipið.
- Tann fyrsta túrin høvdu teir umleið 900 tons, og hendan seinna var veiðan stívliga 800 tons.
Bjarti Mohr sigur, at meginparturin av veiðini er rossamakrelur, men nakað er eisini av vanligum makreli, sum kortini ikki er hin sami, sum fær her um okkara leiðir.
- Nú í januar byrjar sesongin í mauritanskum sjógvi, og vit eru spentir upp á, hvussu hendan tíðin fer at roynast.
Øll veiðan verður skild í støddir og heilfryst umborð.
Bjarti Mohr sigur, at tá ið veiðan verður landað, verður ikki farið til lands.
- Skipanin er á leið hin sama, sum hjá russum, sum liggja í Nólsoyarfirði. Lagt verður inn í eina vík, har farmaskip kemur eftir fiskinum, sigur reiðarin, sum leggur aftrat, at landingin ikki fer fram úti á opnum havi.