Organistur av hjarta

Hjørleif Waag Høgnesen hevur verið organistur í Christianskirkjuni í 30 ár. Eitt starv, sum hann nærum hevur røkt einsamallur øll árini. Hóast tað, fer hann framvegis hugaligur avstað hvørja ferð onkur handling er í kirkjuni. Hann heldur ikki, at tey ungu taka við eftir teimum eldru, tá tað kemur til at ganga í kirkju

Innan úr stovuni streyma tónar út í gongina. Tað er onki at ivast í, hvat tað eru fyri tónar. Tað er sálmasangur úr Christianskirkjuni. Sálmurin Ver vælkomið Harrans ár og bæði urga og hornblásarar hoyrast saman við serstaka klanginum, sum sálmasangurin í Christianskirkjuni sigst at hava. Inni í stovuni situr Hjørleif og lurtar. Hann býður góðan dag, og vit sessast í sofuni.
Prátið byrjar spakuliga um hetta at hava verið organistur í so mong ár. Hjørleif sigur, at honum framvegis dámar líka væl. Hann hevur ongantíð hugsað, at hann ikki tímir meira. Spurdur um tað ikki er bundisligt, sigur hann, at hann eitt nú ongantíð hevur havt ein longsul eftir at sleppa at ferðast, so tí heldur hann, at organistur hevur riggað væl til sín.
- Eg fari altíð hugagóður og væl fyrireikaður avstað, sigur hann.
Hjørleif sigur, at tað er ongin loyna, at tað ganga færri og færri fólk í kirkju, og tað harmast hann um. Hann hevur altíð verið so trúfastur móti kirkjuni og góður við hana eisini. Tað vita øll, sum kenna Hjørleif ? enntá tey, sum bara kenna hann av navni. Í Christianskirkjuni hevur tað verið ein óskrivað regla um føst pláss, og Hjørleif man vita, hvar tey flestu eiga at sita, sum javnan eru í kirkju. Tí sær hann eisini lættliga, at tað tynnist við fólki, sum tíðin líður.
- Tá eg hyggi niður í kirkjuna, síggi eg, at nógv av teimum gomlu og trúføstu eru burtur, og tey ungu taka ikki við. Eg veit ikki at siga, um tað er soleiðis allastaðni, men tað sigst, sigur hann harmur á málinum. Hann leggur afturat, at tann presturin, sum hevur savnað flest fólk, meðan hann hevur verið organistur, var Paulsen, sum var prest-ur í Klaksvík eitt stutt tíðarskeið eftir, at Bøgesvang var farin.
Tónarnir úr Christianskirkjuni streyma framvegis út úr hátalarunum. Og tað gevur ein ávísan hugna soleiðis at sita og práta, meðan sálmasangur hoyrist í bakgrundini.
- Hatta er frá kirkjugongdini fyrsta sunnudag í advent, sigur hann.
Og tað var nevniliga tann sunnudagin, at Hjørleif varð heiðraður av kirkjuráðnum og kirkjugangarum fyri trúfasta tænastu í 30 ár sum organistur í kirkjuni. Sera mong fólk vóru til staðar í kirkjukjallaranum eftir guðstænastuna, tá Hjørleif varð heiðraður.
- Ja, har var ein rúgva á fólki, øll fingu ikki sitið, sigur Hjørleif, sum var púra ovfarin av, at so mong komu. Men hann er eisini rørdur, og so vísir hann gávuna, sum hann fekk frá kirkjuráðnum. Eitt lítið orgul gjørt úr kopari. Orgul pípurnar hava perur í endunum, so tað er eitt slag av jólaprýði. Sera vakurt á at líta.
Spurdur, um honum dámar væl at lurta eftir upptøkum úr Christianskirkjuni, svarar Hjørleif smílandi:
» Spyr sonin!« Og so flennir hann og leggur aftur at, at hann eigur fleiri hundrað upptøkur úr Christianskirkjuni. Á gólvinum stendur ein kassi við nógvum smáum kuffertum í. Í hvørjum kufferti eru einar 10 ella 15 fløgur við upptøkum. Hjørleif sigur, at hann eigur upptøkur frá teimum seinastu tíggju árunum á fløgu.
Umfatandi starv
Hjørleif hevur røkt starvið sum organistur í Christianskirkjuni nærum einsamallur øll tríati árini, hann hevur verið har. Hann byrjaði sum avloysari fyri Fridu Petersen, sum var undan honum. Í 1972 byrjaði bleiv hann so fastur organistur, og har hevur hann sitið mest sum til hvørja kirkjuhandling síðani. Tað verður mett at vera um 200 handlingar um árið, so tað er blivið til nakrar vígslur, gudstænastur og konfirmatiónir gjøgnum árini. Umframt allar aðrar handlingar sjálvandi.
Hann sigur, at tað hava verið nógvar serligar løtur í kirkjuni, men um hann skal taka nakra fram um aðra, so nevnir hann norðurlendsku gudstænastuna, sum bleiv tikin upp í sjónvarpinum í 1993 og send í øllum Norðanlondunum. Hann greiðir frá, at árið eftir fór Klaksvíkar Hornorkestur, sum eisini luttók á tí konsertini, til Onglands, og nakrir av spælarunum søgdu, at har var ein svensk kvinna, sum hevði kent onkran av teimum aftur frá tí norðurlendsku konsertini.
Hjørleif byrjaði at spæla sum 13 ára gamal upp á urguna í samkomuhúsinum Emmaus í Klaksvík, men tað var ikki á eina pípuurgu, tað var ein traðkiurga. Hann byrjaði ikki at spæla upp á pípuurgu, fyrr enn hann var um 50 ára aldur. Hóast tað, so siga fólk, sum minnast, tá hann byrjaði, at tað var ótrúligt, hvussu skjótt hann kom eftir tí. Tí tað er stórur munur á at spæla á teimum báðum.
- Tað, sum var torførast at venja seg við, var at spæla við beinunum eisini, sigur Hjørleif, men tað gekk ikki long tíð, so hevði hann vant seg við tað. Men sum við øllum øðrum, so krevur urguspæl eisini venjing.
- Fólk skilja tað ikki altíð, so eg plagi at samanbera tað við fótbólt. Um ein ikki venur, so gongur tað bara tann skeiva vegin. Og tá síggja tey, at tað er tað sama við urguni, sigur hann smílandi.
Hjørleif hugsar ikki um at gevast at spæla upp á urguna enn, hóast hann er komin væl upp í árini.
- Um ein hugsar um mína heilsu, so er ongin orsøk at gevast enn, men eg veit ikki, nú taki eg bara eitt ár at gangin, so fáa vit at síggja, sigur hann at enda.
Úr hátalarunum hoyrist deknurin biðja útgangsbøn og síðani biðisløgini. Samrøðan er av, og uttanfyri bíðar tann lýggja vetrarluftin við regni og vindi.