Orgulbonkurin kostaði 21 kr.

Sunnudagin var stórt hátíðarhald í Norðskála, tá 75 ár vóru liðin síðani kirkjan varð vígd.

Tvær gudstænastur vóru henda dagin, og á skránni var m.a. ein avdúking av sluppini Verdandi, sum umrødd var í Sosialinum um vikuskiftið.
Í samband við hátíðarhaldið varð greitt frá, tá ynskið um eina kirkju varð borið fram á fyrsta sinni og til hon varð vígd í januar mánaði 1932.
Á framløguni varð eisini nevnt um, hvat tey ymisku arbeiðini kostaðu, m.a. hvat orgulbonkurin kostaði at gera.
Í einum seinni blaði fara vit at greiða meiri frá hátíðarhaldinum.