10. ? 16. mars verður Vesturkirkjan karmur um eitt óvanligt tónleikatiltak. Fyri fyrstu ferð nakrantíð í Føroyum, verður høvi at hoyra øll somul orgulverkini hjá Johan Sebastian Bach, spæld í einari viku á stóra Frobenius orglinum í Vesturkirkjuni. Orgultónleikurin hjá Bach tekur umleið 18 tímar at framføra, tá øll orgulverkini verða tikin við. Tey, sum hava áhuga í at hoyra, kunnu koma í kirkjuna og njóta tónleikin, tá stundir og hugur er til tess. Tónleikurin verður framførdur á tveimum konsertum, tveimum gudstænastum og fýra kvøldum, ið eru skipað sum opið hús.
Til føstugudstænasturnar verður orgultónleikurin ein partur av gudstænastuni, og spælt verður ½ tíma, áðrenn tænastuna. Tær báðar konsertirnar vara ein tíma hvør, meðan kvøldini, ið eru fyrskipað, sum opið hús, eru meira óformlig. Opiðhústiltøkini vara 4 tímar, og tá ber til at støkka framvið, tá tað liggur fyri at njóta tónleikin í styttri ella longri tíð, og møguleiki verður eisin at fáa ein kaffimunn.
Við urguna fer Søren Johannsen, organistur, úr Keypmannahavn, at spæla. Han er ikki heilt ókendur í Føroyum, eftirsum hann bæði hevur verið avloysari hjá organistunum í Vesturkirkjuni og hevur spælt konsertir ymsastaðni í Føroyum. Hann hevur eisini samstarvað við Føroya Symfoniorkestur til eina konsert í Norðurlandahúsinum.
Søren Johannsen byrjaði sína orgulútbúgving sum 14-ára gamal og fekk m.a. tímar hjá stóra orgulmeistaranum, Finn Viderø. Hann helt fram á musikkonservatoriinum í Keypmannahavn og endaði við framførslukonsert í 1995 sum solistur. Eftir hetta helt hann fram á Konservatoriinum at nema sær útbúgving sum orkesturdirigentur. Síðani er tað vorðið til mangar konsertir sum organistur ella orkesturdirigentur bæði í Danmørk og aðrastaðni í Evropa. Hann starvast dagliga sum organistur við Christianskirkjuna í Keypmannhavn. Har hevur hann kór og stendur eisini á odda fyri hansara egna Keypmannahavnar Festival Orkestur.
Síðan 1992 hevur hann framført samlaðu orgulverkini hjá Bach fýra ferðir. Tann eina framførslan førdi til eitt pláss í Guinness Book of Records við heitinum: Verðins longsta orgulkonsert. Íroknað steðgir ímillum verkini, vardi konsertin 22½ tíma. Seinni í vár er ætlanin at endurtaka framførsluna av øllum Bach orgulverkunum í Ilulissat í Grønlandi, og í summar í Hune Kirkju í Jyllandi.
Samlað program fyri konsertirnar:
Hóskvøldið, 10. mars, kl. 20 Byrjanarkonsert
Leygardagin, 12. mars, kl. 15-19 Opið hús
Sunnudagin, 13. mars, kl. 11 Gudstænasta
Sunnudagin, 13. mars, kl. 15-19 Opið hús
Mánadagin, 14. mars, kl. 18-21 Opið hús
Týsdagin, 15. mars, kl. 18-21 Opið hús
Mikudagin, 16. mars, kl. 18 Endakonsert
Mikukvøldið, 16. mars, kl. 20 Føstugudstænasta