Í kvøld klokkan 21 verður konsert við konsert við Gestum og ORKA á Norðurbryggjuni fríggjadagin
Gestir spæla sferiskan, dreymakendan rokk við sera víðum ræsarúmi og hava víst seg sum ein yvirmentan livebólk. Røddin í Ólavi Jákupssyni er sentral og við til at senda sangirnar heilt upp í loft. Musikalskt eru teir vorðnir samanbornir við Radiohead, Jeff Buckley og Sigur Rós, og tað er eisini millum hesar, at Gestir finnast. Á seinastu útgávuni verður sungið á enskum og ikki føroyskum, ið elvir til ein meira altjóða dám. Men man ikki, at tað verður eitt gott málsligt bland á konsertini.
Tónleikurin hjá ORKA tekur ein á bóli. Hann skramblar og swingar, tekstirnir eru á føroyskum og læntir frá Jóanesi Nielsen, og ljóðførini ? ja, tey eru eitt kapittul fyri seg. Flestu eru heimagjørd úr burturkasti og amboðum funnum í tí fjósinum, har einasta fløgan hjá ORKA er innspæld. Tvs. at berandi ljóðførini eru hvørvisteinur, kompressorgenererað fløskuorgul, oljutunnur, súkklupumpa, borimaskina, ein gamal kasettubandupptakari og ein fartelda! Tað elvir sjálvandi til eina heldur originala ljóðmynd, sum bólkurin brúkar til rættiliga flipputar útsetingar. Tað er tó enn pláss fyri meira vanligum løgum. Stílurin er sum heild industrial, men tað sigur seg kanska sjálvt, tá gittarsoloin er býtt um við eina borimaskinu.
Konsertin verður í kvøld kl 21.