Orkar ikki longur at hoyra um forðingar

Býráðslimir í Havn heldur, at tey kundu fingið nógv meiri fyri pengarnar

Hetta er eitt stig á leiðini, men tað skal nógv meiri til. Tað segði Bjørg Dam forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini nú býráðið í Havn hevur samtykt at játta tríggjar milliónir til at leggja nakrar kommunalar bygningar um til grøna orku.

 

Í hesum sambandi eru tað Badmintonhøllin og Fimi, (myndin), sum fáa fjarhita, og skúlin á Velbastað skal leggja um til jarðhita og eina luft til luft hitapumpu til nøkur fyribils høli, hann brúkar. Samstundis skulu býlingshúsið Millum Gilja, Skúlin í Kollafjørði, Skúlin í Hoyvík og frítíðarskúlin í Badmntonhøllin skulu skifta til led-ljós.

 

Tað kostar tríggjar milliónir men vinningurin er, at hesir stovnarnir at spara ímillum 40 -70 í útláti, har teir, sum leggja um til jarðhita og fjarhita, spara nógv mest.

 

Elsa Berg, býráðslimur fyri Tjóðveldi er ikki samd í hesi ætlanini. Hon tekur undir við, at lagt verður um til grøna orku, men hon heldur, at tað er lítil meining í at brúka pengarnar upp á at skifta perur. Hon heldur, at tey høvdu fingið nógv meiri burtur úr pengunum við at lagt ein bygning afturat um til jarðhita ella fjarhita - ella vit at keypa nakrar elbilar til kommununa.

 

Tá ið vit brúka pengar upp á at at leggja um til grøna orku, eiga vit at brúka teir upp á at minka útlátið mest møguligt, og tá fáa vit nógv meiri burtur úr at leggja bygningar um til jarðhita ella fjarhita, heldur enn at skifta perurnar. Tí legði hon uppskot fyri Býráðið um at broyta ætlanina.

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og býarskipanarnevndini, mælti býráðið til at samtykkja málið. Men hann sigur, at tað er ikki óhugsandi, at ætlanin verður broytt, tí hann er samdur við Elsu Berg. Men hann leggur at verður málið ikki samtykt, verður avleiðingin bara tann, at tað dregur út. Tí mælir hann til, at tað verður samtykt nú, tí so kann farast til verka fyri summarferiuna.

 

Tað gav Elsa Berg lítið fyri, tí hon skilur ikki, hvussu tað kann seinka ætlanini at býráðið samtykkir at broyta hana. Eg orki ikki longur at hoyra um forðingar, heldur enn bara at fara til verka. Hon spurdi, hvussu ringt tað kann vera, tí hetta snýr seg ikki um annað enn at leggja ein bygning um til jarðhita ella at keypa nakrar elbilar, tað er ikki fløktari enn tað, heldur hon. 

 

Úrslitið var, at broytingaruppskotið hjá Elsu Berg varð felt og upprunaliga uppskotið varð samtykt. Men Elsa Berg stóð ikki einsamøll, tí Súsanna Olsen, sum hevði sæti í býráðnum fyri Framsókn, Gunvør Balle og Annika Olsen, atkvøddu saman við henni.       

 

Í ár eru fýra milliónir settar av til at leggja bygningar um til grøna orku, men Annika Olsen heldur, at tað verður neyðugt at fleirfalda hesa upphøddina upp í einar 13-14 milliónir.