Orkufelagið farið til verka

Nevndin í orkufelagnum, sum varð stovnað í Hvalba leygardagin, er longu farin til verka

Nevndin í nývalda orkufelagnum fyri bygdirnar Hvalba og Sandvík, er longu farin til verka.

Felagið varð stovnað leygardagin og í gjárkvøldið hevði nevndin sín fyrsta fund, har hon skipaði seg.

Formaður í felagnum er Poul Laust Christiansen, næstformaður er John Berg og skrivari er Rúni Thomsen. Hinir báðir nevndarlimirnir eru Katrin Joensen og Ingibjørg Vestergaard. Tiltakslimir eru Trúgvi Thomsen og Jón Næs.


Bílig og varandi orka

Endamálið við felagnum er at veita húsarhaldunum í Hvalba og í Sandvík bíliga og burðarygga orku.

Til tað endamálið er ætlanin at seta eina felags vindmyllu upp á fjallinum ímillum Hvaba og Sandvík, sum skal veita húsunum orku til at hita húsini við.

Fyrsta stigið hjá nevndini verður at senda eina umsókn til Hvalbiar Kommunu um stuðul til at gera tær neyðugu vindmátingarnar, sum skulu til fyri at vita, hvar myllan skal setast.

Tað er ikki lætt at siga, hvussu nógv slíkar vindmátingar kosta, men leyðsliga meta vit, at tær kosta einar 200.000 krónur, sigur Poul Laust Christiansen, nevndarformaður.


Kommunalur stuðul avgerandi

Tað er eisini hendan upphæddin, sum felagið fer at søkja kommununa um í stuðuli.

- Vit halda, at tað er avgerandi neyðugt, at kommunan vísir ætlanini ans og stuðul, tí er kommunan við,verður tað lættari at fáa aðrar stuðlar eisini, so at verkætlanin kann gerast veruleiki.

Nevndin í orkufelagnum ivast heldur ikki í, at kommunan er áhugað at stuðla ætlanini, tí 200.000 krónur er minni enn kommunan brúkar hvørt einasta ár til at hita kommununalar bygningar við. So eydnast hendan verkætlanin, hevur kommunan beinanvegin spart tað inn aftur, sigur nevdarformaðurin.

Kommunustýrisfundur verður 26. november og tá fer kommunan væntandi at taka støðu til málið.