Á norðoyastevnu var tað stór kapping um fremsta plássið. Tá vóru allir tríggir bátarnir við í kappingini um sigurin, sum Ormurin Langi at enda vann.
Síðani hevur eingin spenningur verið um, hvør fór at vinna, og tað var tað heldur ikki ídag.
Ormuron Langi legði seg beinanvegin á odda, og tá ið Ormurin Langi fór um málið, vóru tað fleiri enn tvær bátslongdir aftur til Suðuroyingin, sum var tryggur á næstfremsta plássi.
Ormurin Langi hevur vunnið allar fimm róðrarnar, og Ormurin Langi hevur trygga kós fram ímóti FM heitinum. Í endaspurtinum vístu teir á Orminum Langa, at tað býr nógv í teimum, sum blái báturin fór við stórari ferð og fínum stíli um málið.
1 Ormurin Langi 5:02.15
2 Suðuroyingur 5:08.04
3 Havnarbáturin 5:10.38