Ormurin setti hinar upp á pláss

Eysturoyingur tryggjaði sær FM, men tað var Ormurin Langi, sum vann á fjarðastevnu í Vestmanna

Eysturoyingur er føroyameistari í kappróðri fyri 10-mannafør. Tað er rimmar fast eftir finaluróðurin á fjarðastevnu í Vestmanna.

Hetta fara veteranarnir umborð á gula bátinum at fegnast um, hóast teir hingu eitt sindur við nevinum, tá ið úrslitið av sera spennandi róðrinum í Vestmanna var greitt.

Eysturoyingur sprakk avstað, men hann megnaði ongantíð at sleppa longri enn ein hálvan skut ella so framum kappingarneytarnar.

 

Tað var ikki Drekin Reyði, sum vann á vestanstevnu, sum bjóðaði av. Tað gekk ikki væl hjá Drekanum Reyða, sum endaði á fjórða plássi og harvið aftastur.

Heldur var tað Ormurin Langi, sum var tann sprelskasti av teimum trimum høvuðsstaðarbátunum. Í endaspurtinum kendist tað sum um, at tað vóru fleiri knotur í teimum umborð á bláa bátinum. Tað reið um snarið, men Ormurin Langi var akkurát undan nýggju føroyameistarunum, sum vóru ein stóran skut undan Havnarbátinum.

 

Úrslitið í dag ber við sær, at tað nú er Ormurin Langi, sum er fremstur í kappingini um silvurplássið í FM stríðnum.

 

1 Ormurin Langi 04.36.15

2 Eysturoyingur 04.36.16

3 Havnarbáturin 04.38.14

4 Drekin Reyði 04.40.04

 

Støðan

1 Eysturoyingur 40

2 Ormurin Langi 31

3 Drekin Reyði 30

4 Havnarbáturin 30