Ormvera funnin í hveitimjøli

Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú eitt slag av mjøli, sum er selt í Føroyum


Heilsufrøðiliga Starvsstovan afturkallar nú eitt slag av hveitimjøli, sum er selt í Føroyum.

 

Orsøkin til at mjølið er afturkallað, er, at ormverur eru funnar pakkum við mjøli í

 

Talan er um Grøn Balance, økologiskt hvedemel í tvey kilo pakkum og eisini Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur fingið ein pakka av hveitimjøli, við ormverum í.

 

Ítøkiliga mjølið, sum er afturkallað, eru pakkarnir, sum halda sær til 3. desember í ár og annars eru upplýsingarnir á pakkunum: 09K 1658.

EAN-kota: 5701410057367

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan mælir fólki, sum hava keypt mjøl av akkurát hesum slagnum, um at beina tað burtur, ella at fara aftur í handilin við tí.