Orrusta í KVF: Tekur nakrar mánaðir at avgreiða

Skal uppsøgnin av tíðindaleiðaranum í Kringvarpinum standa við ella er hon ov tunn. Tað er spurningurin, sum Mentamálaráðið skal taka støðu til.

Orrustan í Kringvarpinum liggur nú til støðutakan hjá løgfrøðingunum í Mentamálaráðnum. Síðst í november í fjør fekk Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum, eitt ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóra. Í desember varð ætlanarskrivið staðfest og hon varð uppsøgd sum tíðindaleiðari. 

Fyrst í hesum árinum kærdi Liljan Weihe og sakførari hennara uppsøgnina til Mentamálaráðið. Tá varð eisini biðið um, at kæran fekk tann virkna, at eingin nýggjur tíðindaleiðari verður settur, meðan Mentamálaráðið viðgerð málið. Hetta gekk Mentamálaráðið við til, og tí verður eingin nýggjur tíðindaleiðari settur enn. 

Torkil Rasmussen, løgfrøðingur í Mentamálaráðnum sigur við in.fo í morgun, at tað er torført at meta um, nær kæran verður endaliga avgreidd. Málið er rúgvismikið og komplekst bæði innihaldsliga og løgfrøðiliga, og tí er tað ein tíðarkrevjandi tilgongd. 

- Kanska tekur tað áleið tveir, tríggjar mánaðir, sigur Torkil Rasmussen og leggur aftrat, at tað er sera torført at meta um, og tí skal hetta tíðarperspektivið takast við størsta fyrivarni. 

 

 

 

Tíðarlinja í samband við hetta málið

 

1. september – Johnny í Grótinum verður settur sum stjóri í KVF

 

 

26. september – Eyðun Mørkøre, stjóri í Taks, vitjar í Dagur&Viku. Hetta elvdi til mikið rok, tí Liljan Weihe og Jan Lamhauge upplivdu hetta sum, at Johnny í Grótinum gjørdi avtalur vegna redaktiónina. Men Ivan Niclasen, redaktørur hetta kvøldið, upplivi hendingina sum verandi í ordan.

 

 

 

2. oktober – Liljan Weihe, táverandi tíðindaleiðari, verður sjúkrameldað í tríggjar vikur orsaka av tí hon sjálv hevur kallað ”einari kenslu av ovurhondsstórum eftirliti og misáliti frá stjóranum”.

 

 

Fyrsta vikan í oktober - Johnny í Grótinum vendir sær til Fjølmiðlanevndina um Skattamálið. Hetta verður síðani tikið aftur. 

 

 

Miðskeiðis í oktober – Johnny í Grótinum mannar ein eftirmetingarbólk at eftirmeta Skattamálið. 

 

 

23. oktober – Liljan Weihe, tíðindaleiðari, kunnar stýrisformannin Rúna Heinesen um støðuna í Kringvarpinum. Millum annað um uppíblanding frá stjóranum og um ógegni hansara í sambandi við Skattamálið. 

 

 

24. november – Vikuskiftis Sosialurin ger stórt tema um støðuna við útgangsstøði í skjølum, sum Kringvarpsstýrið hevur fingið um støðuna.

 

 

30. november – Liljan Weihe fær ætlanarskriv um uppsøgn frá Johnny í Grótinum.

 

 

3. desember – Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógvi Olavson klaga uppsøgnina av tíðindaleiðaranum og arbeiðsumstøður annars til Kringvarpsstýrið. Stutt eftir svarar Kringvarpsstýrið, at tey ikki gera meira við klaguna.

 

 

21. desember – Liljan Weihe verður endaliga søgd úr starvi.

 

 

3. januar – Liljan Weihe kærir uppsøgnina til Mentamálaráðið.

 

 

10. januar – Jan Lamhauge, Rólant Waag Dam og Rógvi Olavson kæra Kringvarpsstýrið til Mentamálaráðið og fáa stutt eftir kunning um, at ráðið ikki fer at viðgera kæruna, men tekur møguliga kæruna við í viðgerðina av kæruni hjá Liljuni Weihe.