Fíggjarlógin 2007
- Hetta var eitt vónbrot og tað sær ikki gott út í 2008 heldur.
Eyðun Andreasen er formaður í Granskingarráðnum og hann dylir ikki fyri, at hevði hugað sær til at sæð onnur tøl á fíggjarlógini enn tey, sum standa har.
- Samgongan hevur ferð eftir ferð ført fram, hvussu stóran týdning, gransking hevur fyri samfelagið. Men fyribils mugu vit so staðfesta, at enn eru ongi tekin er um, at samgongan ætlar at satsa upp á granskingina, sigur Eyðun Andreasen.
Hann vísir á, at uppskotið til fíggjarlóg fyri komandi ár, vísir, at samgongan ætlar at játtanin til Granskingargrunnin skal bara hækka 500.000 krónur næsta ár, so at hann kemur upp á slakar 6,7 milliónir.
Men Eyðun Andresen hevur eisini lagt til merkis, at í ætlanin fyri 2008, er ætlanin bara at hækka játtanina 500.000 krónur afturat, upp í slakar 7,2 milliónir.
- Eitt er, at játtanin í ár ikki er hækkað. Men tá ið ætlanin heldur ikki er at seta meiri pening av til gransking fyri 2008, sær tað ikki gott út.
Eyðun Andreasen heldur, at hetta er í andsøgn til tær fráboðanir, sum ferð eftir ferð koma úr samgonguni og frá politikarum annars, um, hvussu stóran týdning, granskingin hevur.
- Men fyribils síggjast orðini ikki aftur í tølunum á fíggjarlógini.
Hann vísir eisini á, at OECD hevur mælt til, at framkomin ídnaðarlond brúka 3% av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking.
- Men hetta er bara fyri at varðveita støðið í samfelagnum og fyri ikki at dragna afturúr í kappingini v ið onnur lond. Tá er er sostatt ikki roknað við menning og framburði, leggur hann afturat. Veruleikin er eisini, at nógv lond brúka væl meiri enn 3% av bruttotjóðarúrtøkuni til gransking fyri at stuðla uppundir menning og framburð.
Føroyingar brúka 0,7% av Bruttotjóðarúrtøkuni til gransking. So kann ein og hvør geva sær eina fatan av, hvussu afturútsigld vit eru.
Nú er tað ikki bara játtanin til Granskingarráðið, sum hevur gransking um hendi. Bæði Fróðskaparsetrið, Granskingardepilin fyri økismenning, Fiskirannsóknarstovan, Fiskaaling og aðrir stovnar granska eisini, men heldur ikki teir stovnarnir fáa nevnivert betri sømdir næsta ár.
Vónar at broytingar føra til bata
Eyðun Andreasen vónar kortini, at broytingar fara at koma í, tá ið lógin um at broyta Granskingarráðið, verður sett í verk.
Tað var ein lóg, sum varð samtykt í fjør. Eftir lógini skuldi stovnast eitt Føroya Vìsindaráð, sum skuldi samskipa alla gransking. Føroya Vìsindaráð skal eisini orða ein yvirskipaðan granskingarpolitikk. Limirnir í Føroya Vísindaráði vera løgmaður, sum verður formaður, umframt landsstýrismenninir í mentamálum, fiskivinnumálum, vinnumálum, almanna- og heilsumálum og fíggjarmálum, umframt umboð fyri vinnuna og granskingarumhvørvið.
Eyðun Andreasen vónar, at ein effektivur granskingarpolitikkur kann verða settur í verk tá ið nýggja skipanin er komin í gildi og at tað kann føra til, at granskingin verður raðfest so høgt, sum politikarar hava sagt, at ætlanin er at raðfesta hana.
So eitt er tað, at granskingin ikki verður raðfest áðrenn hendan umskipingin ikki er gjørd.
Men tað ørkymlar formannin í Granskingarráðnum, at tað eru heldur ongi tekin til, at Landsstýrið ætlar at hækkar játtanina á langtíðarætlanini, sum er løgd fyri 2008.
- Tað boðar ikki frá, at ætlanin er at raðfesta granskingina í 2008 heldur og tað tískil ikki sigast, at tað, sum liggur í kortunum nú, endurspeglar tær fráboðanir, sum eru komnar um gransking.
Samstundis vísir hann á, at gransking er ein langtíðar-raðfesting, tí tað ganga nógv ár frá tí at gransking verður stungin út í kortið, til nakað sæst aftur.
Og so øgiliga leingi er tað ikki til 2015, tá ið samgongan hevur sett sær sum mál, at Føroyar skulu vera millum fremstu lond innan gransking, menning og nýskapan, sum tikið verður til í visjón 2015 hjá samgonguni.
- Hesin greiði málsetningur speglast ikki aftur í tølunum, sum samgongan leggur á borðið, men vit mugu bara seta okkara álit á, at tað fer at speglast aftur í teirri nýggju skipanini, sigur Eyðun Andreasen at enda.
Annars sigur landsstýrið beinleiðis í upplegginum til visjón 2015, at játtanin til gransking skal økjast stigvíst til hon er komin upp á minst 3% av bruttotjóðarúrtøkuni í 2015. Í hesum sambandi skal játtanin til gransking økjast 10 milliónir á fíggjarlógini fyri 2007 og tey næstu árini til 2015 skal hon so økjast fimm milliónir um árið.
- Tað sæst so ikki aftur á uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2007 og tað sæst heldur ikki aftur í ætlanini í 2008.
Politikarar hava eisini boðað frá, at ein partur av pengunum, sum landskassin fekk fyri einskiljingarnar, skuldi setast av til gransking, men tað dugir formaðurin í Granskingarráðnum heldur ikki at fáa eyga á, eftir tí, hann fyribils hevur sæð á fíggjarlógini.
Avgjørt eitt stig rætta vegin
Kortini fegnast Eyðun Andreasen um, at samgongan nú ætlar sær at byggja ætlaðu granskingarlundina, sum nógv hevur verið tosað um.
Landsstýrið sigur, at ætlanin er at byggja eina granskingarlund, sum skal verða pallur fyri almennum og privatum granskingar- og starvsstovuvirksemi innan humana- og veterinera økið o.a.
- Soleiðis verða skaptar betri umstøður fyri gransking og nýskapan í vitanartungum vinnum, har dentur verður lagdur á lívfrøði og kunningartøkni, sigur Landsstýrið.
Næsta ár ætlar landsstýrið at seta eina millión av á fíggjarlógina til at prosjektera granskingarlundina fyri og í 2008 er ætlanin at faa undir byggingina og tá er ætlanin at seta 23 milliónir av til endamálið.
- Hetta er avgjørt tekin um ein góðan viljam heldur Eyðun Andreasen.
Men formaðurin í Granskingarráðnum vísir samstundis á, at Granskingarlundin fer bara at hýsa einari grein av granskingini, men akkurát, hvat innihaldið verður, veit hann ikki.
Í granskingarlundini verður bara ein avmarkaður partur av granskingini-ein týdningarmikil partur, gamaní, men kortini ein avmarkaður partur.
- Tað er so nógv onnur gransking í samfelagnum, sum ikki er umfatað granskingarlundini, men sum hevur stóran týdning, og spurningurin, hvussu verður við teimum, hongur enn í leysari luft.
Annars heldur hann, at tað er í so bjartskygd av landsstýrinum at siga, at granskingarlundin skal prosjekterast í 2007 og at farast skal undir byggingina í 2008.
- Eg vildi trúð, at tað tekur longri tíð at byggja eina slíka granskingarlund upp, tí húsið skal byggjast, fólk skal fáast til vega og tey skulu lærast upp, sigur Eyðun Andreasen.
Ímillum fremstu lond
Í sambandi við Visjón 2015, er hetta tey mál, sum samgongan hevur sett sær fyri á granskingarøkinum:
Føroyar eru millum fremstu lond innan gransking, menning og nýskapan. Hesi viðurskifti skulu samskipast soleiðis, at tað almenna og vinna ganga hond í hond innan samskipan og raðfesting. Karmar verða skaptir, sum tryggja, at gransking, menning og nýskapan fáa bestu kor.
Høgt raðfest øki
Málið er at tryggja, at gransking, menning og nýskapan fáa so góð kor sum gjørligt, samstundis sum ávís øki, sum vit hava serligar góðar fortreytir í, verða høgt raðfest. Høgt raðfestu økini skulu verða við til at lyfta henda partin av granskingini upp á altjóða støði, samstundis sum onnur natúrlig fylgiøki fáa fyrimun av hesum.
Fígging og úrtøka
Málið er, at tað almenna skal fíggja upp til 2% av BTÚ, meðan vinnan og aðrir granskingargrunnar fíggja í minsta lagi 1% av BTÚ.
Játtanin til gransking, menning og nýskipan verður stigvíst økt, so hon í 2015 er minst 3% av BTÚ. Almenni parturin verður í 2007 øktur 10 mió. kr. og økist 5 mió. kr. afturat á hvøjum ári fram til 2015
-