Ferðin hjá Kristian Blak og Shalder, er partur av áralangum samstarvi við tónleikarar úti í heimi. Í 1991 vitjaði Hernan Lugano Kvartet Havnar Jazzfelag. Í 1993 vitjaðu Kristian Blak, Sharon Weiss, Leivur Thomsen, Jóhannus á Rógvu Joensen, Rógvi á Rógvu í Buenos Aires.
Hernan Lugano býr í dag uttanfyri Bariloche. Hann hevur danska konu. Tey skipa fyri við íblástri frá arbeiðinum í Havnar Jazzfelag fleiri konsertum í økinum, har tey búgva.
Shaldur hevur samstarv við nógvar útlendskar tónleikarar. Hesaferð leiktu so saxleikararnir Ricardi Villar og Nietzhe.
Limirnir í Shalder eru glaðir fyri ferðina. Kristian Blak sigur:
- Vit hava havt tað gott og tónleikaliga sæð fingið at vita - í orðum og reaktión - at vit kunnu røra kenslur hjá lurtarum.. <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Tónleikur er løgið mál. Vit kundu ikki samskifta við so nógv fólk, tí so fá tosa enskt, men t.d. lupu eina 200 fólk úr stólunum í Villa de Angostura og klappaðu "umaftur" - vit hødu just spælt eitt stuttligt "fuglalag" Addeq. So spældu vit sum eykalag kingolagið Som den gyldne Sol, og so klappaðu tey enn meira. Humor og innarligheit kann kommunikerast beint inn til publikum!<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Fáa vitjan í ár<o:p></o:p>
Í juni kemur Ricardo Villar at vitja og leika í Føroyum. Seinni, í september, kemur Hernan Lugano. Hann skal tá leika í trio við Mikael Blak og Brandi Jacobsen.
(Lesið annars greinina um K. Blak og Shalder í Argentina:Tey tosa um føroyskan tónleik í Argentina))