Mongu ákærurnar móti 65 ára gamla filmsframleiðaranum Harvey Weinstein hava elvt til, at Oscar-akademiið hevur tikið avgerð um at koyra hann úr Oscar-akademinum. Hetta vita The New York Times og fleiri aðrir amerikanskir miðlar.
Weinstein er ákærdur fyri neyðtøku og seksuellan ágang av fleiri kvinnum í Hollywood. Millum annað Angelina Jolie, Gwyneth Paltrow og Rosanna Arquette.
Á einum serligum nevndarfundi, sum var hildin leygardagin, varð avgerð tikin um at koyra Harvey Weinstein úr Oscar-akademiinum, sum hevur á leið 8400 limir.
Í eini orðing frá akademiinum, verður greitt frá, at tíðin merkt av seksuellum ágangi í filmsídnaðinum í Hollywood skal fáa ein enda.
Orðingin er soljóðandi:
"Hetta gera vit ikki bara fyri at fáa fjarstøðu frá einum persóni, sum ikki hevur uppiborið virðing frá starvsfeløgum sínum, men eisini fyri at senda eini boð um, at tíðarskeiðið við tilvitaðari ignoransu og vanærusligum viðspæli og ágangi í okkara ídnaði er farið"
New York Times sigur, at akademii ikki hevur tikið slíka avgerð fyrr. Hvørki leistjórin Roman Polanski ella skemtarin Bill Cosby eru koyrdir út í Oscar-akademiinum, hóast báðir hava verið undir líknandi ákærum.
Les eisini: Hendan stjørnan hevur meldað fyri kynsligan ágang