Fleiri enskir miðlar hava í fleiri umførum sent brasilianska stórtalentið, Oscar, til Chelsea, men í gjárkvøldið ljóðaði, at umboðsmaðurin hjá miðvallarleikaranum ikki væntaði, at ein sáttmáli kom í lag.
Í morgun skrivar viðurkenda og álítandi Sky Sports, at semja er fingin í lag millum Internatzionale og Chelsea um ein sáttmála, ið gevur brasilianska felagnum 25 milliónir pund.
Forsetin í brasilianska felagnum hevur alla tíðina sagt, at ein handil við Oscar mátti gerast tand ýrasti nakrantíð í Brasilia, og við teimum 25 milliónum pundum er hann vorðin tað. Chelsea hevði annars áður bjóðað 20 milliónir pund, men tí tók brasilianska felagið ikki av.
Oscar gjørdi góða reklamu fyri sær sjálvum, tá hann skoraði øll trý málini í HM-finaluni móti Portugal fyri U19 lið. Tað er ikki hent áður, at ein leikari skorar hat-trick í einari HM-finalu fyri hendan aldursbólkin.
Oscar er annars við í brasilianska OL-hópinum, sum væntandi kmur til Onglands í dag. Leikarin, sum hevur leikt seks A-landsdystir fyri Brasilia, verður mettur sum eitt av størstu talntunum í Brasilia.