Ósemja í fótbóltspanelinum

(Ljóðsending frá Rás2) André Olsen og Tróndur Arge eru ósamdir um FM-møguleikarnar hjá Víkingi í 2016

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina við fótbóltspanelinum, sum var á Rás2 seinnapartin.

 

Tróndur Arge og André Olsen mannaðu fótbóltspanelið í dag. Evnini vóru.

 

1) Greining frá Tróndi og André av føroyameistarunum B36

 

2) Kunnu Sámal Erik Hentze og Sorin Anghel føra Víking til tað fyrsta FM-heitið? Her vóru André og Tróndur alt annað enn samdir. Teir vóru eisini ósamdir um styrkina hjá hópinum hjá Víkingi seinnu árini, har teir enn ikki hava rokkið ovastu rók.

 

3) André og Tróndur mettu um 25. umfar í effodeildini.

 

4) Er enskur fótbóltur í fríum, ella hálvum falli í evropeisku kappingunum?

 

5) Kann Chelsea venda vánaligu gongdini í heimadystinum ímóti Arsenal í morgin.

 

Sendingin er 41 minuttir til longdar.