Tað hendir púra einki og alt er steðgað upp.
Tað er greiði dómurin, tinglimir hjá samgonguni fella yvir ætlanina hjá samgonguni um at endurskoða fiskivinnuna í samandi við at skipanin, sum nú er, fer úr gildi í 2018.
Á fólkafundinum í Runavík í leygarkvøldið ásannaði Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, at hann stúrir fyri, at einki hendir.
- Jacob Vestergaard, landsstýrismaður á økinum er tann, sum skal stíla fyri, men hann vil ikki hava nakra broyting og tí hendir einki, sigur Helgi Abrahamsen.
Jacob vestergaard hevur eisini áður sagt, at hendir einki, er tað eingin vanlukka, men partamaður hansara, Jákup Mikkelsen, formaður í Fólkaflokkinum á tingi, ásannar, at arbeiðið hevur ligið stilt leingi.
Hinvegin sigur hann, at orsøkin til, at arbeiðið hevur ligið stilt, er, at Sambandsflokkurin verður ikki samdur innanfloks og gongur í fleiri bólkum. Og tað, samgongan bíðar eftir, er eini felags støðu í Sambandsflokkinum.
Kortini heldur hann, at samgongan kann rætt og slætt ikki fara til val aftur, uttan at hava avgreitt málið.
Og hann heldur, at samgongan skuldi sett tað í verk, semja er um, og so bara latið restina ligið.
Ein triði tinglimur í samgonguni, Jenis av Rana, staðfestir eisini, at arbeiðið at nýskipa fiskivinnuna, er uppsteðgað.
- Orsøkin til, at arbeiðið er uppsteðgað, er at ósemja er um útlendskan kapital í føroysku fiskivinnuni, um vit skulu hava uppboðssølu og um, hvussu leingi fiskiloyvini skulu galda.
Tað eru so nógvar meiningar í Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, at eg dugi ikki at síggja, hvussu tað kann bera á mál, sigur Jenis av Rana.
Helgi Abrahamsen váttar, at Sambandsflokkurin hevur arbeitt við málinum alla tíðina, sum han sigur, men at flokkurin síðani hevur latið samgonguni eitt uppskot.
Løgmaður hevur annars boðað frá, at nýskipanin í fiskivinnuni er fremsta uppgávan hjá samgonguni og hann hevur eisini sagt, at hevði samgongan ikki funnið semju í apríl í ár, hevur hon einki tilverugrundarlag.
Tað varð eisini mangan ført fram, at talan skuldi ikki bara vera um eina semju í samgonguni, men at tað var neyðugt at fáa andstøðuna við í arbeiðið.
Men Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum sigur, at andstøðan hevur einki frætt um málið í 17 mánaðir.
Og hann heldur, at tað er neyðugt at finna eina tvørpolitiska skipan, so at nýskipanin ikki verður broytt í heilum, hvørja ferð ein nýggj samgonga kemur.