Hann hevur eina sermerkta søgu. Pápi hansara Jens Frederik Jensen (1874-1932) úr Skopun kom upp á Ísafjørðin seinast í 19. øld, og her gjørdist hann kendur sum Jens Færeying. Hann giftist við islendsku Malfríður. Tey fáa 9 børn, sum koma undan, men mamman doyr í 1914.
Jens Frederik var sonur Janus hjá Dímunar Jóannes, sum er ættarfaðir til nógvar stórar og kendar ættir í Føroyum. Oskar eigur tískil hundraðtals um ikki túsundir skyldfólk í Føroyum. Millum onnur tann sum skrivar hesar reglur! Hetta er tó frá ommuni í Skúvoy.
Ættin kann annars finnast á heimasíðuni: www.fiskimannafelag.fo gamla heimasíðan, blað nr. 369.
Tá konan er deyð, fer Jens Frederik til Føroya við fimm av børnunum, sum hann ætlaði skuldu vera hjá ættini í Føroyum. Fýra av teimum verða eftir í Føroyum. Óskar kemur fyrst at búgva hjá Sigmund av Argjum í Havn saman við beiggja sínum Napóleon. Kona hansara, Margretha, var systkinabarn Jens Frederik. Óskar fer tó skjótt at búgva hjá Julionnu og Tummas Askham. Her hevði hann tað sera gott og metir seg sjálvan at vera ein Askham. Tey hjá Símun og Onnu Askham meta hann eisini at vera ein av teirra. Oskar hevur eisini uppkallað eina dóttir eftir Julionni.
Fjúrtan ára gamal fór Óskar í læru sum prentari á Dimmalætting og her dámdi honum sera væl, og hann tekur enn til fleiri sum hann arbeiddi saman við. Ein av teimum var Poul Niclassen, sum seinni gjørdist blaðstjóri á blaðnum. Óskar spældi eisini í Olivant, sum var upprunin til GHM. Tá ið hann var útlærdur á Dimmalætting 19 ára gamal, fór hann tó aftur til Íslands, har hann føldi, at hann hoyrdi heima. Í Íslandi kom hann at vera prentari umframt ymiskt annað. Hann royndi seg eisini við nýskapan á ymiskum økjum. Millum annað við at ala hønur sum vurpu egg við tveimum blommum, og hann royndi seg eisini sum uppfinnari.
Eg havi vitjað Oskar nakrar ferðir, seinast í vár og eri hugtikin av hesum gamla manni, sum stórt sæð ikki hevur verið í Føroyum í 80 ár, men sum tosar heilt væl føroyskt. Hann hevur eisini stóran áhuga fyri tí, sum gongur fyri seg í Føroyum.
Tríggir beiggjar hjá Óskar blivu verandi í Føroyum. Teir vóru Napoleon, sum búsettist í Vági, Ársæll (Salli) í Leirvík og Vigant í Klaksvík. Teir eiga allir eftirkomarar, so tað er fitt av ætt í Føroyum.
Símin Hansen og Jens Peturson frá sjómansheiminum Ørkin vóru og heilsaðu uppá
Óskar føðingardagin og bóru heilsan frá Føroyum. Óskar var væl fyri og hevur fult skil. Hann sang millum aðrar sangir: ”Eins og áarstreymur rennur rennur”, og teir fingu eitt hugnaligt prát.
Vit senda eisini Óskari og hansara okkara bestu heilsur og ynkja tillukku við føðingardegnum.
ó.