Umhvørvishóttanin frá diesel-bilum er eftir øllum at døma so stór, at Oslo kommuna nú bannar koyring í dieseldrivnum bilum.
Tíðindastovan NTB skrivar, at frá týsdegnum er ikki loyvt at koyra við diesel-bilum á kommunalum vegum í Oslo millum klokkan 6 á morgin og 10 á kvøldi. Orsøkin er, at útlátið frá diesel-bilum er stór umhvørvishóttan – serliga tá ið tað er kalt og stilt í veðrinum, sum tað verður í komandi viku.
- Forboðið er galdandi, til umhvørvismyndugleikarnir í Oslo meta, at forboðið ikki er neyðugt longur, verður sagt í fráboðan.
Forboðið er ikki galdandi fyri neyðsynjarakfør, hybrid diesel-bilar, almenna ferðslu og vinnulívsbilar.
Í 2012 royndi Oslo kommuna at gjøgnumføra eitt líknandi forboð, men tað varð ikki sett í gildi, tí staturin noktaði tí, skrivar NTB.