Fyrrverandi konan hjá kenda norska advokatinum, 70 ára gamla, Tor Kjærvik, sum seinasta mánakvøld varð skotin og dripin av egnum soni, sigur, at hon kennir seg ikki aftur í, at stríð skal hava verið millum faðir og son, soleiðis sum verjin hjá unga manninum hevur ført fram. Verjin, John Christian Elden, hevur nevniliga sagt, at talan hevur verið um áralangt stríð í familjuni, og at hetta kann vera ein orsøkin til fatalu avleiðingarnar.
Starvsfelagar hjá advokatinum, sum VG hevur skift orð við, siga seg heldur einki vita um, at stríð hevur verið millum faðir og son. Sambúgvin hjá advokatinum, sum eisini var fyri drápsroynd, tá Tor Kjærvik varð skotin í egnum heimi, sigur, at viðurskiftini millum Tor Kjærvik og sonin vóru góð.
Sambært norska kringvarpinum - NRK - hevur ungi maðurin, sum skeyt pápa sín, sagt undir avhoyringum, at hann hevur verið nógv merktur av skilnaðinum millum pápan og mammuna og stríðnum, sum var í samband við samveru við ávikavist mammuna og pápan fyri nógvum árum síðan. Hann skal eisini hava sagt, at hann hevur stríðst við sálarligar trupulleikar, eftir at hann er vorðin vaksin.
Mamma til unga mannin, sum skeyt pápa sín, váttar yvirfyri VG, at sonurin hevur stríðst við sálarligar trupulleikar stóran part av lívinum, men hon ásannar, at hon ikki hevur havt samband við sonin seinastu tvey árini. Men, hon sigur seg samstundis einki kenna til nakað stríð, sum skal hava verið um hjúnaskilnaðin.
- Tað eru væl eingir eydnuríkir skilnaðir, men her var einki stríð, og vit vóru samd um, at nú drápsskuldsetti skuldi vera hjá Tor Kjærvik annaðhvørt vikuskifti og ein dag um vikuna. Sonurin reageraði upp á skilnaðin, men eg havi hildið, at tað gjørdist betri, sum tíðin leið. Hann tók tað tungt í byrjanini. Vit fluttu í eina hugnaliga íbúð, og hann fekk eitt stórt kamar. Hann fekk vinir, og sum tíðin leið, segði hann, at hann helt tað vera betur, soleiðis sum tey høvdu tað nú, sigur mamman við VG.