Oslo setir kuldamet í kvøld: 29,3 kuldastig

Fyrr í dag ávaraði løgreglan í Oslo fólk, sum ætla sær í býin í kvøld, um nógva kuldan, sum er væntandi um vikuskiftið.

 

- Hugsið um kuldan - tit, sum fara í býin og ætla tykkum at drekka. Tað kann gerast rættiliga kalt, eru boðini hjá løgregluni.

 

Løgreglan legði aftrat, at tey, sum fara í býin, eiga at fara í heit klæði og mælt verður til, at vinir ikki lata vinir vera einsamallar eftir úti í kuldanum.

 

Í kvøld veit Aftenposten at siga, at kuldamet er sett í Oslo kommunu í kvøld. 

- Í Bjørnholt í Oslo eru máld 29,3 kuldastig millum klokkan 20 og 21 í kvøld, sigur vaktleiðarin í Meteorologisk Institut í Noregi, Per-Egil Haga.

 

Lagt verður aftrat, at Bjørnholt liggur 360 metrar yvir havinum í tí tey rópa Nordmarka í Oslo.