Veðrið á ovastevnu, sum er nú um vikuskiftið, verður heldur óstøðugt.
Fyrrapartin í morgin verður nakað av vindi av landsynningi, og tað fer at regna.
Um kvøldið verður frægari, tí tá verður minni vindur, og vit kunnu vænta eini seks til átta metrar um sekundi, og tað verður ælingur.
Tað verður tó ikki kalt, tí hitin fer at liggja millum 11 og 14 stig.
Sunnudagin og mánadagin verður yvirhøvur turt og nakað av sól.
Hoyr veðurfrøðingin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen, greiða frá veðrinum næstu dagarnar við at trýsta á pílin undir myndini.