Løgreglan helt Paul Watson vera so vandamiklan í 1985, at tey vóru bangin fyri, at hann kundi taka skúlanæmingar, ið vitjaðu umborð, sum gíslar. Tí mælti løgreglan frá, at skúlaflokkar vitjaðu skipið.
Í gjár skrivaðu vit um 3. g í samfelagsfaki, sum vitjaði umborð á Sea Shepherd hjá Paul Watson í Nólsoyarfirði 22. august í 1985. Men tað var ikki einasta vitjan hjá studentaskúlanæmingum – við Zakariasi Wang á odda – umborð hjá hesum løgna fremmanda gesti, sum gekk í skinnstilvum, var vinur við ein hval, og sum segði, at skjótt fór ein bók at koma út, sum varð skrivað av einum hvali.
Men løgregluni dámdi ikki hetta virksemið hjá studentaskúlalæraranum í Hoydølum:
– Tað sum hendi var, at vit avráddu at fara umborð dagin eftir. Vit fingu avtalu við Paul Watson um vitjanina, og hann útsetti eftir øllum at døma fráferðina fyri at fáa okkum at vitja seg, sigur Zakarias Wang.
– Kvøldið fyri varð eg ringdur upp av løgreglustøðini í Tórshavn. Tann sum tosaði segði, at hann hevði fingið at vita, at vit ætlaðu okkum at fara at vitja skipið. Hann segði, at tað skuldu vit ikki gera, tí Paul Watson var ein sera vandamikil maður. Eg spurdi, hvat ið teir fryktaðu fyri kundi henda við okkum, og teir hildu, at teir kundu taka okkum til gíslar.
– Eg helt fyri, at teir høvdu áhuga í at standa seg væl við fjølmiðlarnar, og tað hevði valla verið góð reklama fyri teir at tikið ein skúlaflokk við lærara og siglt til Amerika við teimum. Men løgreglumaðurin helt upp á sítt, og segði, at vit ikki skuldu fara umborð. Eg spurdi hann so, um hann vildi forbjóða okkum at vitja skipið, men so langt vildi hann ikki fara og segði, at gjørdu vit tað, so var tað undir egnari ábyrgd. Eg segði honum so, at tá vit ikki fingu forboð frá teimum, so fóru vit umborð, greiðir Zakarias Wang frá.
Hetta greiddi hann so næmingunum frá dagin eftir, og teir vóru framvegis til reiðar at fara, og tey fingu eina sera áhugaverda samrøðu við Paul Watson.
– Eitt, sum var sera merkisvert fyri okkum, var at hoyra at hann, meðan vit vóru hjástødd, hevðí samrøður við fjølmiðlar og sjónleikarar í Holywood. Uttanlandssamrøður vóru ikki so vanligar tá í tíðini, og tær vóru sera dýrar. Vit fingu á tann hátt at síggja, at talan var um eina væl skipaða uppílegging í okkara viðurskifti. Skuldu vit standa okkum, skuldu vit ikki hjálpa teimum við at brúka harðskap, men lofta teimum við passivari mótstøðu, til teir lupu framav, og tá brúka løgregluna og rættarskipanina til at seta teir upp á pláss, sigur Zakarias Wang.
Eingin orrusta stóðst av Paul Watson hesa fyrstu ferðina, hann vitjaði í Føroyum. Við sær hevði hann millum annað sjónleikaran, Tim Gulbertson, sum segði seg vera serliga kendan úr politirøðini Hill Street. Googla vit mannin í dag, so finna vit hann millum annað í hesum leikluti.
Tað var árið eftir, í 1986, at mikil orrusta var av Paul Watson, sum m. a. skeyt við onkrum skørpum eftir løgregluni – men rýmdi til havs undan vaktarskipinum, Ólavi Halga, sum jagstraði hann. Tá bleiv Paul Watson eftirlýstur av Interpol. Hann er framvegis eftirlýstur og verður handtikin, um hann kemur til Føroya. Men tað er ikki fyri tey lógarbrot, hann framdi í Føroyum, tí tey eru fyrnað. Paul Watson er framvegis kriminellur, tí hann hevur brotið lógir í fleiri londum og er framvegis eftirlýstur av Interpol – hóast hann ikki enn hevur tikið studentaskúlanæmingar sum gísla, sum løgreglan í Føroyum óttaðist fyri 29 árum síðani.