Óttast at 127 fólk á prámi eru druknað í meldurhvirlu í India

Indiska verjumálaráðið upplýsir, at ein prámur er sokkin undir eini meldurhvirlu í India. 127 fólk eru saknað.

127 fólk er saknað, eftir at ein prámur, sum rak út fyri strondina í milliónabýnum Mumbai, er sokkin undir ein stórari meldurhvirlu í India.

 

Tað upplýsir indiski flotin í morgun.

 

Støðan kring var hættislig í gjár, tá prámurin í hørðum vindi var farin at reka fyri vág og vind við 273 fólkum umborð.

 

Flotin hevði sent tvey skip og fleiri tyrlu fyri bjarga fólkunum umborð.

 

Tann harða meldurhvirlan, sum eitur Tauktae, fór mánadagin í land í statinum Gujarat við nógvari vindferð og nógvum avfalli.

 

Tá hon fór á land í Gujarat sum »sera álvarslig« meldurhvirla, var tað við vindferð upp í 185 kilometrar um tíman.

 

Hon hevur longu elvt til vantflóð, koppað trø og stórar skaðar og fingið hundraðtúsundals fólk at flýggja undan.

 

##med2##

 

/ritzau/AFP

 

 

 

Handout/AFP/Ritzau Scanpix