Umframt at hann venur kvinnurnar hjá VÍF, skal Jan Ottesen nú eisini virka sum landsliðsvenjari hjá australska manslandsliðnum.
Dimmalætting skrivar í dag, at Ottesen hevur gjørt sáttmála við australska hondbóltssambandið, og hann sambært hesum sáttmálanum verður landsliðsvenjari fram til januar mánað 2017.
Jan Ottesen hevur sum venjari hjá KÍF og VÍF sligið sítt navn rimmarfast í føroyska hondbóltsheiminum. Bæði tí hann stóð fyri stórari menning í KÍF, sum lyfti seg frá botn- til oddalið í Føroyum, tó at greipan ikki varð vunnin, fyrr enn árið eftir at Jan var farin frá felagnum. Men eisini tí hann ikki er bangin fyri at siga spælarunum og fjølmiðlunum sína púra erligu meining, tá hann metir hetta vera neyðugt.
Við Dimmalætting sigur Jan Ottesen, at hann longu nú hevur tikið stig til, at starvið í Australia fer at nerva arbeiðið í VÍF sum minst. Eitt nú hevur hann longu gjørt avtalu við Henrik Gerster, soleiðis at hesin tekur sær av hondbóltskvinnunum í Vestmanna, tá Ottesen í oktober skal á vikulanga ferð, tá avgerandi dystirnir í australsku kappingini standa fyri framman.