Í gjár takkaði ein stór venjara persónligheit fyri seg í altjóða fótbólti. 65 ára gamli Ottmar Hitzfeld, ið er føddur í Týsklandi, stóð á seinasta sinni á síðulinjuni, tá Sveis í gjárkvøldið reyk út fyri Argentina.
Ottmar Hitzfeld er høgt í metum millum fótbóltsvenjarar. Hann hevur millum annað vunnið Champions League við bæði Borussia Dortmund og Bayern Munchen. Harumframt hevur hann vunnið Bundesliguna 7 ferðir við ávíkavíst Dortmund og Bayern Munchen.
Ottmar Hitzfeld segði í gjárkvøldið eftir dystin.
- Eg eri stoltur av mínari karrieru. Eg havi verið venjari hjá nøkrum stórum feløgum, so tað er kensluborið at takkað fyri meg.
- Eg fari arbeiða sum fótbóltsviðmerkjari fyri sjónvarpið nú. Eg tapi ongar dystir, tá eg arbeiði sum fótbóltsviðmerkjari og sostatt komi eg at fáa størri frið nú.
Ottmar Hitzfeld hevur tvær ferðir vunnið prísin sum "World Coach of the year". Tað vann hann í 1997 og 2001.