- Spuringurin er um vit skulu hava eina avtalu ímillum Føroyar og Danmark um arbeiðsleys, ella ikki.
Ernst Jacobsen, stjóri í ALS sigur, at fyri so vítt hevur føroyski sjómaðurin rætt, tá ið hann í greinini omanfyri staðfestir, at ALS missur milliónir upp á føroyingar, sum arbeiða uttanlands
Men hann heldur, at tað er nakað grunt, at kalla kalla okkum fíggjarligar analfabetar, sum skrivstovufólkið í donsku arbeiðsloysistryggingini tekur til í hinari greinini her á síðuni.
- Støðan er ikki heilt so einføld.
Sera góð fyri Føroyar
Ernst Jacobsen sigur, at í 1993 gjørdu føroyingar og danir eina avtalu um arbeiðsloysistrygging.
Hon ber í sær, at fólk skuldu vera í eini trygging í tí landinum, tey arbeiða í, men verða tey arbeiðsleys, fáa tey arbeiðsloysisstuðul úr heimlandinum.
Hetta merkir, at føroyskir sjómenn undir DIS, skulu betala til eina danska arbeiðsloysistrygging, men verða teir arbeiðsleysir, fáa teir útgjald úr ALS.
Hinvegin eru teir danir, sum arbeiða í Føroyum nóg leingi, limir í ALS, men verða teir arbeiðsleysir, fáa teir útgjald úr síni donsku arbeiðsloysistrygging.
Men Ernst Jacobsen staðfestir, at avtalan ímillum Føroyar og Danmark hevur havt ein heilt serligan týdning fyri føroyingar.
- Avtalan ber nevniliga eisini í sær, at allir teir túsundtals føroyingarnir, ið fluttu av landinum í kjalarvørrinum á kreppuni í nítiárinunum og ikki fingu arbeiði, kundu melda seg beint inn í eina danska arbeiðsloysisskipan og fáa fult útgjaldur henni frá fyrsta degi.
Gongur báðar vegir
Hinvegin sigur stjórin, at tá ið ALS lógin varð broytt fyri stuttum, varð ásett, at tekur stýrið undir við tí, kann landsstýrismaðurin gera kunngerð, sum ber í sær, at føroyingar ið annars ikki hava møguleika fyri at koma undir ALS, kunnu tekna sær trygging kortini.
- Her varð serliga hugsað um teir, ið sigla undir DIS.
- Samstundis hevur stýrið fyri ALS biðið vinnumálaráðið kanna, sum avtalan millum Føroyar og Danmark frá 1993, forðar fyri at teir, sum sigla undir DIS, verða tryggjaðir í ALS og samstundis betala í ALS.
Ernst Jacobsen sigur, at tað er eisini ein norðurlendsk avtala á økinum, har ásetingarnar eru áleið tær somu.
- Tann stóri spurningurin er bara um føroyskir myndugleikar halda, at hetta er ein avtala, sum tað er vert at halda fast um, tá ið fyrimunir og vansar verða vigaðir upp ímóti hvørjum øðrum. Men skulu vit hava avtaluna, gongur hon sjálvandi báðar vegir, leggur hann afturat.
Les eisini greinina: Als sigur nei takk til fleiri milliónir um árið.