Ov bangnir

Tað er neyvan ov nógv sagt, at einasti av EB/Streymur leikarunum, sum av røttum kundi standa við sítt avrik, var Hans Pauli Samuelsen. Ferð eftir ferð var hann maðurin, sum við fiksum fintum og góðum sendingum skapti órógv í HB-verjuni, men samanlagt var hetta tó ongantíð nóg mikið til at skala trygga HB-sigurin.
Og hóast góða avrikið, so var tað heldur ikki ein serliga nøgdur Hans Pauli, sum vit fingu orð á eftir dystin.
- At vit soleiðis geva upp, er ikki gott nokk. Líka mikið, hvussu støðan er, so skal mann sjálvandi altíð stríðast víðari, men hetta er so sama søgan, sum tá vit vóru í Havn seinast. Vit fáa býtt mál ímóti okkum, og so fella vit bara í fátt.
Men tað er jú ikki tað at fella í fátt, sum tú vanliga setir tykkara lið í samband við?
- Nei. Avgjørt ikki. Í fjør stríddust vit hvønn tann einasta dyst, men tað tykist, sum eru vit meira bangnir í ár. Tað er so nakað, sum vit mugu arbeiða við komandi dystirnar, staðfesti Hans Pauli Samuelsen eftir dystin.