Tað var Vilhelm Tórsheim, keisarin, sum í sínari tíð bygdi brúnna, sum tá kosta 12.487 krónur.
Tórshavnar býráð hevur havt ætlanir um at seta brúnna aftur í sama stand, sum hon var, tá hon varð bygd.
Kostnaðarmetingin var, at hetta skuldi kosta umleið hálvaaðru millión krónur. Men tá arbeiði varð boðið út vísti tað seg, at lægsta tilboðið var upp á 2,7 milliónir krónur.
Tað heldur býráðið ikki vera ráðiligt.
Sambært teirri ætlanini skuldi asfalt og betong takast burtur, kantar laðast uppaftur, skráar umvælast og stoypijarsgelendari setast upp o. s. fr.
Á fundi í byggi-og býarskipanarnevndini 1. apríl 2020 varð samtykt at heimila umsitingini at tillaga tilboðið og/ella at finna eina bíligari loysn, til at skifta bilverjuna út við ein stoypijarns gelendara, og gera kanningar, um asfaltlag kann takast av, so brúgvin kemur aftur at líkjast uppruna útsjónd.
Umsitingin hevur umrøtt hvussu farast kann víðari fram í málinum. Semja er um, at til ber ikki bara at taka autoverjuna burtur, og seta gelendara í staðin. Omaná gomlu brúnni er stoypt ein armerað betongpláta, sum helst er stoypt fyri at javna trýst frá ferðslu javnt á brúnna, men er eisini ein breiðkan av brúnni, har gamli gelendarin var.
Mett er, at tað rættasta er at biðja arbeiðstakara við serligum hegni at umvæla slíkar laðingar, um at fara undir at umvæla brúnna uppá tímaløn.
Í fyrsta umfari verður mælt til at játta 500.000 kr.til endamálið. Tekniski stjórin og leiðarin á býarskipanardeildini mæla til at játta 250.000 kr til nýggja verkætlan »gamla brúgvin um Sandá úti í Havnardali, endurskapan« og at beina málið í býráðið umvegis fíggjarnevndina.
Byggi-og býarskipanarnevndin samtykti 18. mai 2020 at taka undir við tilmælinum og at heita á fíggjarnevndina um at útvega írestandi 250.000 kr.
Fíggjarnevndin samtykti 20. mai 2020 at taka undir við byggi-og býarskipanarnevndini og játta írestandi peningin til umvælingararbeiðið.
Málið beint í býráðið, sum einmælt samtykti 28. mai við fyrstu viðgerð at játta 500.000 kr til umvælingararbeiðið.