Í frágreiðingini frá Útnorðurráðnum verður millum annað greitt frá, at Norðurlond vanliga verða roknað sum eitt paradís fyri kvinnur, tá talan er um politiska luttøku. Men frágreiðingin staðfestir, at hetta ikki er galdandi fyri londini í útnorði.
Politiska luttøkan hjá kvinnum í útnorði hevur verið ógvuliga lág upp gjøgnum tíðina, bæði tá talan er um býráðspolitikk og landspolitikk. Í Føroyum eru bert 12 prosent av løgtingslimunum kvinnur, og í Grønlandi eru 14 prosent av limunum í landstinginum kvinnur.
Í Íslandi er talið av kvinnum í politikki tó hægri. Eftir altingsvalið í maj í ár gjørdust 35 prosent av limunum kvinnur. Í valskeiðnum frá 1995 til 1999 vóru 25 prosent av altingslimunum kvinnur.
Orsøkin til, at talið av kvinnum í íslendskum politikki er hækkandi, verður mett at vera, at íslendingar í seinastuni hava rikið eina miðvísa herferð fyri at fáa kvinnur í politikk.
Útnorðurráðið heldur, at fyri at økja um áhugan fyri kvinnum í politiska lívinum í Føroyum og Grønlandi, eigur ein nevnd at verða sett, ið skal skipa fyri tvørpolitiskum tiltøkum, ið økja um áhugan fyri kvinnum í politikki, eins og gjørt varð í Íslandi.