Óli Jákup Joensen
lærari
?????????
Eg havi havt ta gleði at arbeiða við børnum/vaksnum í 20 ár.
Ein eygleiðing, eg havi gjørt, er, at um børnini hava eina innaru stýring,sum sigur teimum,hvat er rætt og skeivt, kunnu tey náa langt.
Sama er galdandi er fyri vaksin.
Vit kunnu tvinga børn/ vaksin til at liva upp til okkara krøv(uttara stýring). Men hvat hendir,tá vit, sum møguliga tvinga, ikki eru har?
Tað áhugaverda er: Hvussu fáa vit eitt komandi ættarlið at hava eina innaru rødd, sum sigur teimum, hvat er rætt og skeivt? (innaru stýring)?
Tín kritikkur av pædagokskúlanum er, at tað verða sett ov fá krøv til starvsvenjingina!
Spurningurin er: Hvussu skapa vit pædagokar, sum seta sær sjálvum krøv?
Børnini vilja endurspegla pedagokin!
Hvørji onnur krøv ynskja tit?
Eru krøvini kanska ein eyka uppgáva?
Hon kann jú altíð stáplast upp á beinini!
Men heldur hon í tí dagliga arbeiðinum?
Eg ivist!
Men... nógvir dugnaligir pedagokar arbeiða í Føroyum í dag til gleði fyri børn og vaksin!
Nógv av teimum hava tikið útbúgving frá Føroya Læraraskúla!
Góði Jarvin tak upp samstarv við Føroya Pedagokskúla - lat ikki tilfeldigar røddir og fjølmiðlarnar stýra tær!
Við vón um gott samstarv millum lærarar og pædagokar!