Á landsfundinum hjá Miðflokkinum, sum varð hildin í Norðurlandahúsinum leygardagin, var ein gestarøðari, Elsi Christiansen. Men fyrst legði maður hennara, Magni Christiansen fyri við at syngja nakrar sangir.
Hann sang fyrst sangin »Mín Jesus livir«, síðan »Mítt ynski er at síggja Jesus fyrst«, og at enda »Meir eg síggi, meir eg undrist«.
Síðan fekk Elsi orðið. Hon greiddi frá tíðini tá Hákun, ið er elsti sonur Elsi og Magna, bleiv føddur. Elsi hevði havt fosturvatnsforgiftning, og varð sett í gongd at eiga ein mánaða ov tíðliga.
Frá barnsbeini av, var Hákun eitt sindur seinur, og helt hetta áfram í skúlanum. Sum Hákun eldist, gjørdist trupulleikin alt størri, og tørvurin á stuðli og serundirvísing øktist alsamt. Ein lærari metti at tørvur var á leið 20 stuðulstímum um vikuna. Men øll árini lá stuðulin millum 0 – 4 tímar um vikuna.
Royndir vístu, at sonurin var um fýra ár aftan fyri í menningini, í mun til javnaldrandi.
Tankin um at koyra sonin í skúlan á Trøðni, var eisini til staðar, men tað vóru eisini trupulleikar hesum viðvíkjandi – millum annað við flutningi millum Kvívík og skúlan í Havn, segði Elsi Christiansen.
Góður skúli
Síðan byrtist tankin um at flyta til Danmarkar. Húsini blivu seld nærum beinanveg, eisini áðrenn ætlanirnar um at flyta vóru búnaðar. Og ongar aðrar fyrireikingar vóru gjørdar.
Í øllum hesum umstøðum, valdu vit at leggja alt í Harrans hond, segði Elsi Christiansen.
Og sum tað vísti seg, so lagaði alt seg til rættis á rættan hátt og í tøkum tíma. Og familjan flutti niður til Lemvig.
Frá Lemvig kommune fekk familjan tilboð um júst ta hjálp, tørvur var á. Og á allan hátt hevur familjan kent seg væl, og fingið stuðul.
Tey góvu eitt óbindandi tilboð uppá eini hús, og áðrenn tey vistu av, hevði seljarin tikið av. Tey dámdu so væl húsini, at tey tóku avgerð um at keypa tey.
Skúlin hevur verið sera góður fyri Hákun, og hann fær góða hjálp, umframt økjandi arbeiðsuppgávur og skúlating í takt við menningina, og fáa tey í skúlanum nógvar ymiskar øðrvísi avbjóingar. Eisini tey sum kanska ikki eru sterk bókliga, sleppa at menna seg við ymiskum handaligum, sum tey eru góð til, segði Elsi Christiansen.
Drongurin er mentur sera nógv, síðan tey fluttu niður, og tey síggja allatíðina framgongd við dronginum.
Ógreið svar
Tey eru eisini komin inn í andaliga arbeiðið har í nærøkinum. Tey skipa fyri sunnudagsskúla og líknandi barnatiltøkum.
Elsi nam eisini við tvørleikarnar, tá tað ræður um at taka bil við niður til Danmarkar. Hon vísti á, at hon hevði spurt fýra ymiskar myndugleikar, og fingið fýra ymisk svar. Hon saknaði greiðar reglur og greið svar.
Bæði vístu eisini á, at tað er gjøgnumgangandi í føroysku skipanini, at man fær ikki rættiligt svar. Tá man í Danmark setur fram ein spurning ella ynski, so verður hetta kannað væl og virðiliga, og so fær man eitt greitt aftursvar.
Magni vísti á tvørrandi hjálp og generellar manglar í almannaskipanini í Føroyum. Tað er í alt ov lítlan mun menniskjað, ið er í fokus, og í alt ov stóran mun manglarnir og tørvandi pengar og so framvegis.
Eftir teirra framløgur, fekk fundarfólkið høvið at seta fram útdýpandi spurningar úr salinum.
Fyrilesturin endaði við, at Magni Christiansen sang »Her glaður eg ferðist«.