Ov fá stuðlaðu AIDS tiltakinum

One World Beat tiltakið fór av bakkastokki um allan heim um vikuskiftið, men í Føroyum var undirtøkan einki at reypa av. Fyrireikararnir eru glaðir fyri tann stuðul, sum hóast alt var og nakrar krónur fara av landinum til felagsskapin Keep A Child Alive, men tað stendur fast, at um tiltakið verður afturvendandi, so verður tað ikki við somu fyrireikarum, men enn ber til at stuðla

Føroyar vóru um vikuskiftið partur av alheims tiltakinum One World Beat, ið er alheims tónleikafestivalur, har innkomin peningur fer til hjálpararbeiði og í ár til børn, ið eru rakt av AIDA/HIV.
-One World Beat Stuðulstiltakið til frama fyri HIV/AIDS rakt børn
varð hildin í yvir 50 londum 19.20 og 21.mars. Innkomni peningurin fer til felagsskapin Keep A Child Alive, arbeiðir fyri at upplýsa og skaffa heilivág til HIV/AIDS rakt børn, sigur FUT í tíðindaskrivi.
 
Ov fá tóku undir
Kaj Johannesen frá FUT sigur, at manntómt var ikki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, kanska eini 200 fólk hvørt kvøld, men stóra fyrireikingararbeiðið hevði lagt upp til fleiri fólk og harvið størri stuðul.
- Greitt er, at talan er um óheppið vikuskifti, tí tað er mitt í mánaðinum, so tað er harmiligt, at so fá nýttu høvið at lurta og stuðla góða endamálinum, tí sera nógv fyrireiking hevur staðist av. Men tað fara hóast alt nakrar krónur av landinum til Keep a Chilf Alive, sigur Kaj.
                     Enn er ikki uppgjørt, og eisini skal takast hædd fyri fríum atgongumerkjum og útreiðslum, men eittgott skot er at siga, at einar 10.000 krónur fara úr Føroyum til AIDS rakt børn.
- Alt í alt kann sigast, at tað kundu havt verið fleiri fólk til tiltakið um vikuskiftið, men vit fegnast um tann stuðul, ið hóast alt var, sigur Kaj.
 
Kunnu stuðla enn
Men tað stendur sambært Kaj greitt, at hann ætlar sær ikki at fyrireika sama tiltakið enn einaferð.
- Eingin tilburður av AIDS hevur verið í Føroyum og tað sær út til, at tiltakið er ikki viðkomandi fyri føroyingar. Sera nógv orku í fyrireikingararbeiðið, sum er líka stórt, um ein ella fleiri koma til tiltakið.
- Eg ætli mær so ikki at fyriskipa hetta aftur, staðfestir Kaj, men hann minnir á, at enn ber til at stuðla.
Atgongumerki kundu keypast í forsølu, men enn ber til at stuðla við at keypa atgongumerki í ?baksølu?, minni Kaj á.
Í tíðindaskrivi takkar FYT teimum, ið stuðlaðu:
 
 
 
 
 
 
 
Mentanarhúsið í Fuglafirði var farna vikuskifti, karmur um
føroyska partin av tiltakinum. Fríggjakvøldið spældu Paradox, Sic, 48
Pages, Speaker og Deja Vu. Leygarkvøldið varð lagt  út við Musikk-Café,
har Afenginn, Tey av Kamarinum Martini Joensen Band, Ronni og Sveinur og
Kristleif, vinnarin frá Singer Songwriter kappingini undirhildu.
Tiltakið endaði við Stuðulsdansi har Twilight og Fluffy Toys endaðu eitt
væleydnað og stak hugnaligt kvøld.
FUT vil nýta høvi til at takka øllum teimum sum stuðlaðu og førdu
tiltakið út í lívið. Starvsfólkið í Mentanarhúsinum, høvuðsstuðlunum Føroya
Bjór, Bónus, Kongshavnar Útgerðarfelag og Estra. Allan og Jenny og tey,
sum stóðu fyri matgerðini. og øll hini, hóast fá, møttu upp og harvið
stuðlaðu tiltakinum.
Høvi er enn at stuðla, antin við at keypa eitt atgongumerki í "baksølu"
ella við at fara út á heimasíðurnar www.keepachildalive.org ella
www.oneworldbeat.org  og stuðla beinleiðis, sigur FUT í tíðindaskrivinum.