Jónsvein og familjan hava eisini leitað sær á Oyrarbakka.
- Eg kom fyri at stuðla tiltakinum, við tað at hetta er fyrstu ferð, sigur Jónsvein. Tónleikurin dregur tó eisini, og Jónsvein gleðir seg at hoyra tey stóru nøvnini, sum nú fara at trína á pallin, sum kvøldið líður.
- Ester og Marni kláraðu seg væl og tað er stuttligt, at fólk úr økinum eisini sleppa á pallin.
Jónsvein fílist á, at her eru fá fremmandafólk at síggja.
- Góðskan á tónleikinum er góð, men kanska veðrið spælir inn. Onkur hava kanska bíðað við at keypt billett, fyri at síggja veðrið ann, og eru kanska setst aftur. Ikki tað, veðrið er ikki so galið, tað er bara tað, at vit hava havt so ræðuliga góðar dagar í seinastuni.