Tað er ein afturvendandi trupulleiki, at bilar hava ov høgt less og skaða trygdarútbúnað í tunlum og eisini tunnilin sjálvan. Tað sigur Landsverk.
Næsta mánadag verður tí ein ávaringarskipan tikin í nýtslu í Leynatunlinum og Norðskálatunnilin næsta mánadagm fyri at bøta um ferðslutrygdina.
Hetta er ein ávaringarskipan, sum fer at boða alarmsentralinum frá, hvørja ferð ov høg akfør ætla at koyra inn hesar báðar tunlarnar.
Ávaringarskipanin ávarar bilføraran, tá akfarið er ov høgt. Talan er um elektroniskar hæddarmátarar, sum máta hæddina á akførum, áðrenn tey koma til tunnilsmunnan. Er akfarið ov høgt, ávarar skipanin bilføraran við reyðum blunkljósum. Me hon steðgar eisini ov høgum akførum, tí ein bummur fer niður og boð verða send alarmsentralinum.
Eydnast henan skipanin væl, kann hon eisini verða sett upp við aðrar tunlar.
Eftir ferðslulógini skulu ikki vera hægri enn fýra metrar við farmi.
Er brúk fyri at á flyta hægri farm, skalt tú søkja um loyvi frá Politinum í góðari tíð frammanundan.
- Hóast hetta, kemur alt ov ofta fyri, at hægri akfør koyra ígjøgnum tunlarnar og avleiðingin er viftur, ljós og onnur trygdarútgerð undir loftinum fáa skaða og eisini tunnilin sjálvur.
-Tað kann gerast vandamikið at trygdarútgerð er óvirkin, tá hon skal brúkast, sigur Landsverk.
Sum oftast kostar hetta bót, men koyrir tú eisini framvið eini ávaringarskipan við reyðum blunkljósum, verður eisini klipt í koyrikortið.
Stendst skaði av, er koyrikortið eisini í vanda.