Ov lítið at bjóða

Tað er sjálvsagt, at danski uttanríkisráðharrin kemur til Føroya at umrøða uttanríkispolitisk mál av týdningi fyri okkum. Hann er jú okkara uttanríksráðharri. Men samstundis skerst ikki burt, at ráðharrin hevði ov lítið nýtt at bjóða Føroya løgtingi og landsstýri. Tað hann hevði at bjóða, var longu frammanundan avgreitt á ríkisfundinum í Grønlandi. Vit hugsa um heimildirnar til føroyskar myndugleikar í uttanríkismálum, sum viðkoma Føroyum og um avleiðingarnar av ES grundlógini. Tað kann sjálvsagt vera gott at fáa váttað frá uttanríkisráðharranum tað, sum forsætisráðharrin og løgmaður longu frammanundan eru vorðnir samdir um. Men í teimum stóru spurningunum hevði ráðharrin lítið ítøkiligt at bjóða.

Hetta merkir, at Føroyar fáa ikki sjálvstøðugan limaskap í altjóða nevndum og ráðum sum t.d. IWC. Hetta merkir eisini, at Danmark fer ikki at stuðla sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum og norðurlendska ráðharraráðnum. Hetta er sera álvarsamt og kann als ikki góðtakast. Uttanríksráðharrin umbar seg við at vísa til grundlógina, ið skal vera ein forðing. Hetta er margháttligt, tí sama grundlóg er opinbert eingin forðing fyri at flyta danskan yvrivaldsræt til ES yvirræði í Bruxelles!

Her hongur ikki saman hjá uttanríkisráðharranum og donsku stjórnini. At vísa til grundlógina sum eina forðing fyri eitt nú sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum er burturvið. Hetta er ein spurningur, sum verður avgjørdur av teimum londum, sum hava undirritað Helsingforsavtaluna. Hesi lond gera suverent av, hvør ið kann gerast sjálvstøðugur limur í samstarvinum. Her er við øðrum orðum talan um trótandi vilja hjá donsku stjórnini. Landsstýrið eigur ikki uttan víðari at góðtaka hesa støðuna. Heldur eigur landsstýrið, sum í hesum máli hevur eitt samt løgting stendur aftan fyri seg, at leggja afturáaftur og eigur tí at taka málið uppaftur við donsku stjórnina. Gongur hetta heldur ikki, eigur møguleikin at fara beinleiðis til Norðurlandaráðið at verða umhugsaður í álvara.

Samantikið má tíverri ásannast, at uttanríkisráðharrin hevði lítið nýtt at bjóða føroyingum, og hetta er mikið spell. Hetta líkst alt tíverri nógvum av tí, ið vit hava uppliva fyrr frá danskari síðu. Hetta er harmiligt, og hetta avdúkar, at í uttanríkisráðnum hava tey einki skilt av tí, sum er hent í Føroyum tey seinastu árini.