Á virkinum hjá Sandoy Seafood í Skopun hevur verið støðugt arbeiði í fleiri ár, men í løtuni liggur virkið at kalla stilt.
- Vit hava havt virksemi á virkinum síðani 1997, og tað hevur sjálvandi gingið upp og niður. Í fjør var talan um lítið hall, og tað var serliga seinna hálva av árinum, sum gjørdi hetta, sigur Marner Lisberg, sum er nevndarformaður í Sandoy Seafood.
- Ársgongdin hevur vanliga verið tann, at frá september og út í mai mánaða er nóg mikið av rávøru, og soleiðis hevur eisini verið hjá okkum. Tað merkir, at fyrra hálva av árinum hevur fíggjað tað, sum seinna hálva kostar, og soleiðis hevur verið øll árini, sigur Marner Lisberg.
Rávørutrot
Marner Lisberg sigur, at ein avbjóðing hjá einum slíkum virki er at fáa nóg mikið av rávøru.
- Tá vit byrjaðu í 1997 vóru fýra partrolarar heimahoyrandi í oynni. Hvannhólmur varð seldur stutt eftir, og fyri nøkrum árum síðani vórðu Columbus og Nornagestur seldir. Soleiðis er tað nú bert Eysturbúgvin, sum er lokalur rávøruveitari, og eg vil rósa teimum fyri at hava verið serstakliga loyalir mótvegis virkinum. Sjálvandi hava vit eisini keypt rávøru frá øðrum skipum, men lokalir veitarar hava stóran týdning, tí sambandið millum og virkir er vorðið ein alt meira týðandi partur.
- Eisini hoyra Rankin og Suðringur undir somu konsern sum Sandoy Seafood, og ein roynd hevur verið gjørd at lata hesar báðar partrola eftir upsa, men tað er ikki bara sum at siga tað. Partroling eftir upsa hevur gingið skeiva vegin síðani september í fjør. Í vár løgdu vit Rankan, og Suðringur hevur síðani verið til annan fiskiskap. Seinni hava vit roynt eftir makreli, og hóast royndir eru gjørdar eftir upsa, so vísir hetta seg at vera sera trupult.
- Er tað soleiðis, at rávøruveitararnir eru fáir, og lítið er til av fiski, so fært tú ein trupulleika sum framleiðslueind. Eisini hóast vit hava positivt rakstraríkast fyri hvørt kilo av fiski. Eru samlaðu nøgdirnar ov lítlar, so ber illa til at fáa raksturin at hanga saman. Tí hava vit valt at taka ein steðg í framleiðsluni, men vit arbeiða framvegis hart fyri at tryggja okkum nóg mikið av rávøru, sigur Marner Lisberg.
Gulllaksur
Eitt nú vísir hann á, at royndir hava verið gjørdar við at virka gullaks, tá tann verktíðin er í apríl og nakrar mánaðir fram, men hann vísir á, at hetta er ein sera trupul marknaður at koma inn á.
- Ein annar møguleiki er sjálvandi at virka frystan fisk, og vit hava tosað við ALS um eina slíka skipan, men her hevur ALS ikki neyðugu lógarheimildina.
- Eg vil tó leggja dent á, at vit ongar ætlanir hava um at steingja virkið á Sandoynni. Tað er framvegis okkara vón, at vit kunnu tryggja eina støðuga rávørutilgongd, og hetta er framvegis tað, sum vit arbeiða sera hart fyri, sigur Marner Lisberg.