Ov lítið fyri pengarnar

Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vísir á, at tað verður í øllum køssum í almannaøkinum, at mann fer at hyggja eftir, hvørjar rationaliseringar kunnu gerast. – Tað er ongin, sum sigur, at pengarnir verða gagnnýttir á bestan hátt, sigur landsstýriskvinnan

Eftir fundirnar í Vágunum seinastu dagarnar, hevur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri víst á, at útreiðslurnar á almannaøkinum vaksa óvanliga skjótt, og mann tí fer at kanna, um nakrar rationaliseringar kunnu verða gjørdar har, fyri at halda halli á fíggjarlógini á ætlaða støðinum. Sum dømi hevur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri nevnt eldraøkið, sum eitt stað, har ávísar rationaliseringar kunnu gerast, og at ein politisk ætlan er í gongd við hesum.

So er spurningurin, hvørjar rationaliseringar kunnu gerast.

- Tað er enn ilt at siga, hvat fer at henda, og tað er ikki nakað, eg fari at úttala meg um, sigur Rósa Samuelsen, sum staðfestir, at tað ikki bara er eldraøkið, ið verður eftirhugt.

- Tað verða allir kassar í almannamálaráðnum, og tá arbeiðið er liðugt er ætlanin, at brúkarin skal hava eina betri tænastu enn í dag.


Færri pengar

Tá minni peningur er til eitt øki, so plagar hetta at merkja, at tænastan lækkar, men tað roknar Rósa Samuelsen ikki við fer at henda.

- Tað er ongin, sum sigur, at pengarnir verða gagnnýttir á bestan hátt, sigur landsstýriskvinnan í almannamálum. Hon leggur afturat, at hon ikki vil koma konkret inná, hvørjar ætlanir eru, men at ætlanir eru í gongd, ið skulu leggjast fyri ting.

Ætlanin er, at nakrar av hesum rationaliseringum skulu gerast í ár, meðan nakrar skulu setast í verk í næsta ár.