Formaðurin í Føroya Pedagogfelag heldur, at fakfeløgini áttu at samstarva meiri um sáttmálasamráðingar. -Tað er óheppið, at tvey fakfeløg nú hava lagt lønarkarmin fyri allan tann almenna arbeiðsmarknaðin. Vit høvdu væntað, at tey tóku hini feløgini upp á ráð áðrenn, so øll stóðu sterkari, sigur Jarvin Feilberg Hansen við Útvarpið.
Hann sigur, at tað er yvirhøvur ein trupulleiki, at feløgini arbeiða rættiliga nógv í sjálvdrátti og samstarva ótrúliga lítið.
-Tí verður úrslitið mangan ikki so gott, sum tað kundi verið, heldur Jarvin Feilberg Hansen, sum annars heldur tað vera skeivt at gera langar sáttmálar, nú búskapurin er á veg uppeftir.