Ov lítið til sjúkrahúsini

Minnilutin í trivnaðarnevndini sigur, at eftir framroknaða rakstrinum fyri 1999 fyri øll trý sjúkrahúsini, tykist játtanin fyri 2000 at vera lægri enn raksturin fyri 1999

Andstøðulimirnir hava roknað seg fram til endaliga kostnaðin av rakstrinum fyri 1999 hjá øllum trimum sjúkrahúsunum, og eru teir komnir til tað úrslit, at játtanin fyri ár 2000 tykist vera lægri enn raksturin fyri 1999.

Hetta merkir, at enn størri sparingar skulu fremjast í rakstrinum á øllum trimum sjúkrahúsum enn ætlað í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.


Einki viðlíkahald

Hans Pauli Strøm, Kristian Magnussen og Marjus Dam vísa harafturat á, at innan sjúkrahúsverkið er mangt, sum bendir á, at ov lítið er sett av til viðlíkahald av bygningum. Serliga ringa siga teir støðuna vera á landssjúkrahúsinum, sum fevnir um heilar 40.000 fermetrar.

Tískil heita teir í ummælinum til fíggjarnevndina av fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár um at kanna, hvussu stórar upphæddir eru settar av til viðlíkahald, og um hesar upphæddir eru nøktandi ella um bygningarnir framhaldandi skulu fella í misrøkt.

Staðfest verður í ummælinum, at ætlaða umbyggingin av landssjúkrahúsinum í ár 2000 verður av ongum, og at allur játtaði peningurin fer til víðari projektering.


Eingi nýggj tól

Andstøðulimirnir vísa á, at hóast meting frá Medicoteknisku deildini í sjúkrahúsverkinum sigur, at tað er akuttur tørvur á íløgum til tólbúnað fyri í minsta lagi 15 milliónir krónur, er eingin játtan til hetta endamál.

Víst verður á, at tørvurin á tólum serliga er galdandi fyri landssjúkrahúsið, og hóast landsstýriskvinnan sjálv í fíggjarlógaruppskotinum sigur, at árligi tørvurin til tólbúnað á landssjúkrahúsinum er umleið 10 milliónir krónur, so verður »eingin serstøk játtan til endamálið«, sum landsstýriskvinnan sjálv málber seg. Teir vísa á, at landsstýriskvinnan skoytir uppí, at pengar heldur ikki eru settir av til játtan til tól á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Teir staðfesta sostatt, at hóast landsstýriskvinnan staðfestir tørvin, er ikki ein króna sett á játtanina fyri ár 2000 til hetta endamál.