Eldsbruni
Í gjáranáttina beint eftir midnátt varð boðað frá eldsbruna á politistøðini í Runavík.
Eldur var komin í eini bilhús á Selatrað. Orsøkin til eldsbrunan er ikki greið enn, men málið verður kannað, sigur vakthavandi á politistøðini í Runavík.
Eingin veit, hvat kann vera hent. Eigararnir høvdu verið í bilhúsinum ein tíma frammanundan, og tá var alt í lagi.
Tað vóru trupulleikar við at sløkkja eldin, tí tað var ov lítið av vatni á Selatrað. Tí noyddust bilar at koma úr Runavík og Søldafirði við vatni, og tað tekur jú langa tíð. Úrslitið varð, at alt bilhúsið brendi í grund, og harumframt fóru tvær frystiboksir fullar av kjøti frá slaktinum í heyst fyri skeyti.